Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Á jw.org eru góð ráð at brúka í dagligdegnum

Á jw.org eru góð ráð at brúka í dagligdegnum

Bíblian kann hjálpa okkum at klára teir trupulleikarnar, sum vit hava nú á síðstu døgum. (2Tim 3:1, 16, 17) Men onkuntíð ivast vit í, hvar ráðini, sum vit hava brúk fyri, standa. Hevur tú til dømis brúk fyri góðum ráðum til at uppala tíni børn? Ella ert tú ungur og heldur, at tað er ringt at forsvara tína trúgv? Ella ert tú í sorg, tí tú hevur mist hjúnafelagan? Á jw.org kanst tú finna greinar og annað tilfar við góðum ráðum úr Bíbliuni, sum tú kanst brúka í tíni støðu. – Orð 2:3-6.

Far inn á jw.org, og trýst á BÍBLIAN OG TÚ ovast á heimasíðuni. (Sí mynd 1.) Vel eina kategori í listanum. Ella trýst á BÓKASAVN > GREINARØÐIR, og vel eina kategori, sum tú hevur hug at kanna. (Sí mynd 2.) Tær somu kategoriurnar eru í appini JW Library®. * Viss tú blaðar gjøgnum greinarnar antin í appini ella á heimasíðuni, finnur tú heilt sikkurt eina, sum tær dámar. Tú kanst eisini leita eftir tilfari um eitt ávíst evni við at skriva tað í leititeigin á jw.org.

Skriva hesi evnini í leititeigin og skriva niður, hvørjar greinar tú kundi hugsað tær at lisið.

  • Barnauppaling

  • Tannáringur, tunglyndi

  • Missa ein kæran

^ Í summum førum hevur ein greinarøð fleiri greinar á jw.org enn í appini.