LÍVIÐ SUM KRISTIN
Brúka forsíðuna á jw.org í boðanini
Á forsíðuni á jw.org eru greinar og video, sum eru gjørd til tey, sum eru rætt sinnað. (Áps 13:48, NW) Hetta tilfarið viðger ofta evni, sum eru frammi í tíðindunum, ella sum fólk hugsa og tosa um.
Hvussu kanst tú brúka forsíðuna á jw.org í tænastuni?
-
Hygg at heimasíðuni regluliga. Legg merki til tað, sum er á forsíðuni, og hugsa um, hvussu tú kanst brúka tað til at hjálpa einum, sum hevur áhuga. (Fyri at finna tilfar, sum nýliga hevur verið á forsíðuni, kanst tú klikkja á „Sí meira“.) Viss tú fylgir væl við á heimasíðuni, kanst tú fáa góð hugskot til boðanina.
-
Brúka greinar og video, sum eru á forsíðuni, til at fáa eitt prát í lag. Hetta tilfarið kann geva okkum eitt prei um, hvat fólk í økinum kanska hugsa um.
-
Vís fólki forsíðuna. Vís viðkomandi tað, sum er undir „Vel eitt evni, sum hevur tín áhuga“ og vís eisini, hvussu hann kann finna runt á heimasíðuni.
-
Send eitt leinki. Tað eru ikki øll, sum hava hug at tosa við okkum, tá ið vit møta teimum, men tey hava kanska hug at fara inn á okkara heimasíðu. So viss tað ber til, mást tú endiliga senda teimum eitt leinki til heimasíðuna ella til eina ávísa grein ella eitt video.