Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hirðar gera sítt besta fyri at hjálpa Guds fólki

Hirðar gera sítt besta fyri at hjálpa Guds fólki

Nógv hava ikki álit á fólki, sum hava myndugleika. Og tað er ikki so løgið, tí nógvir myndugleikapersónar hava brúkt sítt vald til egnan fyrimun. (Mik 7:3) Vit eru virkuliga takksom fyri, at teir elstu í samkomuni eru upplærdir til at brúka sín myndugleika til at hjálpa Guds fólki. – Est 10:3; Mt 20:25, 26.

Elstar eru heilt øðrvísi enn tey, sum hava vald í heiminum í dag. Teir elska Jehova og hansara fólk, og tað er tað, sum motiverar teir til at vera umsjónarmenn. (Jóh 21:16; 1Pæt 5:1-3) Jesus leiðir teir elstu, og teir hjálpa boðarunum at føla seg heima í familjuni hjá Jehova og at halda seg nær til hansara. Teir eru skjótir at hjálpa, tá ið ein bróðir ella ein systir hevur brúk fyri andaligari hjálp. Og teir hjálpa eisini, tá ið neyðstøður eru, har brúk er fyri læknahjálp, ella tá ið náttúruvanlukkur raka. Viss tú hevur brúk fyri hjálp, mást tú endiliga fara at tosa við ein av teimum elstu í tíni samkomu. – Ják 5:14.

HYGG AT VIDEONUM HYRDER DER VISER OMSORG FOR HJORDEN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu gagnaði tað Marianu at fáa hjálp frá teimum elstu?

  • Hvussu gagnaði tað Eliasi at fáa hjálp frá teimum elstu?

  • Hvat hugsar tú um arbeiðið, sum teir elstu gera, eftir at tú hevur sæð hetta videoið?