Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Foreldur – lærið børnini at brúka vísdómin frá Gudi

Foreldur – lærið børnini at brúka vísdómin frá Gudi

Eitt tað besta, tit foreldur kunnu gera fyri at læra børnini at brúka vísdómin frá Gudi, er at hjálpa teimum at fáa nakað burtur úr møtunum. Tað, sum børn síggja, hoyra og sjálvi svara á møtunum, kann hjálpa teimum at læra um Jehova og blíva vinir við hann. (5Mós 31:12, 13) Hvussu kanst tú hjálpa børnunum at fáa mest burtur úr møtunum?

  • Ger títt besta fyri at koma á møti í ríkissalinum. – Slm 22:23

  • Royn at hava góða tíð at tosa við vinirnar áðrenn ella aftan á møtið. – Heb 10:25

  • Syrg fyri, at øll í familjuni hava tað tilfarið, sum skal brúkast á møtunum – antin á prenti ella elektroniskt.

  • Hjálp børnunum at svara við egnum orðum. – Mt 21:15, 16

  • Tosa positivt um møtini, og um tað, sum vit læra har

  • Hjálp børnunum at tosa við tey eldru í samkomuni og at vera við til ymiskt, sum skal gerast, sum til dømis at vaska ríkissalin

Tað er eitt stórt arbeiði at læra børnini at elska Jehova, og viðhvørt føla vit kanska, at vit ikki megna tað. Men tú kanst vera vísur í, at Jehova fer at hjálpa tær. – Es 40:29.

HYGG AT VIDEONUM FORÆLDRE, STOL PÅ JEHOVA OG HENT STYRKE HOS HAM, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu ávirkaði tað foreldrini, at tey vóru so móð?

  • Hví skulu foreldur biðja Jehova um hjálp?

  • Hvat gjørdu foreldrini fyri at fáa Jehova at hjálpa sær?