Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

2.-8. september

SÁLMUR 79-81

2.-8. september

Sangur nr. 29 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Vís, at tú elskar Guds undurfulla navn

(10 min.)

Ger einki, sum kann skaða umdømið hjá Jehova (Slm 79:9; w17.02-D 9 stk. 5)

Brúka Guds navn (Slm 80:19; ijwbv-D grein 3, stk. 4-5)

Jehova lønir teimum ríkliga, sum akta hann og vísa, at tey elska hansara navn (Slm 81:14, 17)

Viss okkara atburður skal æra navnið hjá Jehova, mugu vit fortelja øðrum, at vit eru Jehova vitni

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 80:2 – Hví bleiv navnið hjá Jósefi onkuntíð brúkt um allar ættirnar í Ísrael? (it-1-D 1186 stk. 6-7)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(1 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 4, punkt 4)

5. Byrja eitt prát

(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 4, punkt 3)

6. Byrja eitt prát

(2 min.) ALMENN BOÐAN. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 3, punkt 3)

7. Menn áhugan

(5 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða einum, sum hevur áhuga, eitt bíbliuskeið, sjálvt um viðkomandi fyrr hevur sagt nei takk. (lmd partur 8, punkt 3)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 10

8. ’Tey skulu halga navn mítt’

(15 min.) Orðaskifti.

Satan byrjaði longu at tosa ljótt um navnið hjá Jehova í Edens urtagarði. Síðani tá hava øll menniskju og allir einglar skulað tikið støðu til tann viktigasta spurningin nakrantíð: Vil eg tæna Jehova og æra hansara navn ella ikki?

Hugsa um nakrar av teimum ræðuligu lygnunum, sum Satan hevur sagt um Jehova. Hann sigur, at Jehova er ein harðhjartaður og ókerligur stjórnari. (1Mós 3:1-6; Job 4:18, 19) Hann pástendur, at tey, sum tæna Jehova, í veruleikanum ikki elska hann. (Job 2:4, 5) Hann hevur fingið milliónir av menniskjum at halda, at Jehova ikki hevur skapt ta vøkru náttúruna rundan um okkum. – Róm 1:20, 21.

Hvussu hevur tú tað, tá ið tú hoyrir hesar lygnirnar? Fært tú ikki hug at forsvara Jehova? Jehova visti, at hansara tænarar gjarna vildu hjálpa honum at halga hansara navn. (Sí eisini Esaias 29:23.) So hvussu kanst tú hjálpa?

  • Hjálp øðrum at læra Jehova at kenna og elska hann. (Jóh 17:25, 26) Vit mugu vera klár at fortelja øðrum, hví vit trúgva upp á, at Jehova er til, og fortelja um hansara fantastisku eginleikar. – Es 63:7

  • Elska Jehova av heilum hjarta. (Mt 22:37, 38) Vit mugu akta Jehova, ikki bara tí vit sjálvi fáa nakað burturúr, men tí vit gjarna vilja gleða hann. – Orð 27:11

Vís VIDEOIÐ Kærligheden svigter aldrig på trods af … en ubibelsk mentalitet i skolen. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu forsvaraðu Ariel og Diego navnið hjá Jehova?

  • Hví høvdu tey hug at forsvara Jehova?

  • Hvussu kanst tú gera sum tey?

9. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 90 og bøn