Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vinstrumegin: Ódnin Ian, Florida, USA, september 2022 (Sean Rayford/Getty Images); í miðjuni: Ein mamma og sonur hennara flýggja úr Donetsk, Ukraina, juli 2022 (Alex Chan Tsz Yuk/SOPA Images/LightRocket via Getty Images); høgrumegin: Fólk í hópatali verða testað fyri COVID-19, Beijing, Kina, apríl 2022 (Kevin Frayer/Getty Images)

VER VAKIN!

2022: Eitt ár við ræðuleikum – hvat sigur Bíblian?

2022: Eitt ár við ræðuleikum – hvat sigur Bíblian?

 Í 2022 hava vit hoyrt nógv um kríggj, búskaparkreppur og náttúruvanlukkur í tíðindunum. Tað er bara Bíblian, sum kann fortelja okkum, hvør tann veruliga orsøkin er til, at alt hetta hendir.

Hvat er alt tað ræðuliga, sum hendi í 2022, eitt tekin um?

 Hendingarnar, sum fóru fram í 2022, vísa, at vit liva í eini tíð, sum Bíblian rópar teir ’síðstu dagarnar’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tað tíðarskeiðið byrjaði í 1914. Hvussu passar tað, sum Bíblian sigur um okkara tíð, við tað, sum er hent tað seinasta árið? Hugsa um hetta:

 KríggjMatteus 24:6

  •   „2022 var tað árið, tá ið kríggj aftur fór at herja í Evropa.“ a

 Sí greinina „Russland ger innrás í Ukraina“.

 HungursneyðMatteus 24:7

  •   „2022: Eitt ár við stórari hungursneyð.“ b

 FarsóttirLukas 21:11

  •   „Polio fór at gera um seg aftur, apukoppar blivu ein trupulleiki, og COVID-19 herjar enn. Tað er blivið týðiligt, hvussu vandamiklar sovorðnar smittandi sjúkur eru, og hvussu sárbar vit menniskju eru.“ c

 Ræðuligar hendingarLukas 21:11

  •   „Hitabylgjur, turkur, skógareldar og vatnflóðir hava havt nógva oyðing við sær, kravt fleiri hundraðtúsund mannalív og gjørt, at milliónir hava mist hús og heim.“ d

 UppreisturLukas 21:9

  •   „Av tí at fólk hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, serliga vegna hækkandi inflatiónina, eru nógv blivin so ill, at tey hava skipað fyri stórum mótmælisgongum ímóti myndugleikunum í 2022.“ e

 Sí greinina „Hækkandi inflatión kring heimin“.

Hvat fer at henda í 2023?

 Tað kann eingin siga við vissu. Men vit vita, at Guds ríki, sum er ein stjórn í himli, skjótt fer at gera stórar broytingar á jørðini. (Dániel 2:44) Henda stjórnin fer at fjerna orsøkina til alt tað ræðuliga, sum hendir í heiminum, og syrgja fyri, at Guds vilji fer at henda á jørðini. – Matteus 6:9, 10.

 Jesus bað okkum vera vakin. (Markus 13:37) Tí er tað gott hjá okkum øllum at hugsa um, hvussu tað, sum hendir í heiminum, passar við tað, sum Bíblian sigur um okkara tíð. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, viss tú hevur hug at vita meira um, hvussu Bíblian kann hjálpa tær longu nú, og hvussu tú og familjan kunnu fáa vón um eina góða framtíð.

a AP News, „2022 Was Year the Horror of War Returned to Europe“, Jill Lawless, 8. desember 2022.

b World Food Programme, „A Global Food Crises“.

c JAMA Health Forum, „Living in an Age of Pandemics – From COVID-19 to Monkeypox, Polio, and Disease X“, Lawrence O. Gostin, JD, 22. september 2022.

d Earth.Org, „What’s Behind the Record-Breaking Extreme Weather Events of Summer 2022?“ Martina Igini, 24. oktober 2022.

e Carnegie Endowment for International Peace, „Economic Anger Dominated Global Protests in 2022“, Thomas Carothers og Benjamin Feldman, 8. desember 2022.