Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Thomas Jackson/Stone via Getty Images

VER VAKIN!

Kunnu vit hava góðar vónir fyri 2024? Hvat sigur Bíblian?

Kunnu vit hava góðar vónir fyri 2024? Hvat sigur Bíblian?

 Nógv eru stúrin og duga ikki at síggja, hvussu nakar skal kunna loysa trupulleikarnar, sum heimurin stendur yvir fyri í 2024. Men vón er fyri framman. Hvussu tá?

Bíblian gevur okkum vón

 Bíblian lovar, at Gud fer at loysa trupulleikarnar, sum fáa alt at síggja vónleyst út. Skjótt fer Gud at „turka hvørt tár av eygum [okkara]; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur“.Opinberingin 21:4.

Kann Bíblian hjálpa tær longu nú?

 Bíblian gevur eina góða framtíðarvón, sum kann hjálpa tær at takkla negativar kenslur og síggja ljóst upp á lívið. (Rómbrævið 15:13) Og tey góðu ráðini í Bíbliuni kunnu hjálpa tær at klára teir trupulleikarnar, sum tú kanska stríðist við í løtuni, eitt nú órættvísi, sjúku ella fíggjarligan ótryggleika.

  •   Vónin, sum Bíblian gevur, hjálpti einum manni at fáa eitt trygt og gott lív, sjálvt um hann vaks upp í fátækradømi. Hygg at videonum Juan Pablo Zermeño: Jehova gav mig et meningsfyldt liv.

  •   Bíblian kann eisini hjálpa tær, viss tú hevur skuldarkenslur, ert keddur, stúrir ella syrgir, tí tú hevur mist ein kæran. Les greinina „Kan Bibelen give mig trøst?

  •   Vónin í Bíbliuni hjálpti einari kvinnu, sum hevði verið í herinum. Hon sigur um seg sjálva, at hon var „negativ og líkasæl“. Hygg at videonum Eg legði vápnini frá mær.

 Tú kanst gera 2024 til eitt gott ár hjá tær og familjuni. Tú fært meira at vita um, hvussu Bíblian kann hjálpa tær, viss tú roynir okkara ókeypis bíbliuskeið. So finnur tú út av, hvussu Gud kann geva tær frið í sinnið longu nú og eina góða framtíðarvón. – Jeremias 29:11.