Hvat kann hjálpa tær at takkla stúranir?
At stúra for nógv er hvørki gott fyri tína kropsligu ella sálarligu heilsu. Tað kann enntá elva til størri trupulleikar, enn tað sum fekk teg at stúra.
Soleiðis kanst tú minka um stúran
Set mark fyri, hvussu ofta tú lesur, lurtar ella hyggur at tíðindum. Tað er ikki neyðugt at vita alt um okkurt ógvisligt, sum er hent í heiminum. For nógv ring tíðindi kunnu bara gera teg meira bangnan og ørkymlaðan.
Meginregla í Bíbliuni: „Brotið mót sýgur mergin úr beinunum.“ – Orðtøkini 17:22.
„Miðlarnir eru fullir av skelkandi tíðindum, og mann kann lætt blíva bundin av at fylgja við, men tað er ikki sunt. Eg stúri nógv minni, tá ið eg ikki fylgi so væl við í tíðindunum.“ – John.
Hugsa um hetta: Hvussu ofta hevur tú í veruleikanum brúk fyri at kekka tíðindini?
Halt fast við góðar rutinur. Royn at fara upp, eta, orðna tað praktiska og fara í song um somu tíð hvønn dag. Viss tú hevur eina ætlan fyri dagin, følist lívið meira normalt, og tað fær teg at stúra minni.
Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.
„Tá ið koronafarsóttin byrjaði, forsømdi eg púrasta mínar dagligu rutinur. Eg fór at brúka alt for nógva tíð upp á filmar og seriur. Men eg vildi gjarna brúka tíðina upp á ein betri máta. So tí setti eg meg niður og gjørdi eina ætlan fyri tað, sum eg skuldi gera hvønn dag.“ – Joseph.
Hugsa um hetta: Hevur tú nakrar góðar rutinur, sum fáa teg at føla, at tú gert nakað til nyttu hvønn dag?
Fokusera upp á nakað gott. Viss tú alla tíðina hugsar um, hvat kann henda, ella sært tað ringasta fyri tær, fert tú bara at stúra uppaftur meira. Royn heldur at hugsa um tvey ella trý ting, sum tú ert takksamur fyri.
Meginregla í Bíbliuni: „Verðið takksom!“ – Kolossebrævið 3:15.
„Tá ið eg lesi í Bíbliuni, fylli eg ikki tankarnar við ringum tíðindum. Tað hjálpir mær at hugsa positivt. Tað ljóðar kanska øgiliga einfalt, men tað riggar!“ – Lisa.
Hugsa um hetta: Hevur tú lyndi til at hugsa mest um tað negativa í lívinum og gloyma alt tað góða?
Hugsa um onnur. Viss tú altíð stúrir fyri onkrum, hevur tú kanska mest hug at vera einsamallur. Men royn heldur at hugsa um, hvussu tú kanst hjálpa øðrum.
Meginregla í Bíbliuni: „Havið somu umsorgan fyri øðrum sum fyri tykkum sjálvum.“ – Filippibrævið 2:4, Nýggi Sáttmálin.
„Eg verði glað, tá ið eg geri nakað fyri onnur. Tey fáa tað betri, og eg hugsi ikki so nógv um mínar egnu trupulleikar. Faktiskt havi eg ikki tíð til at stúra.“ – Maria.
Hugsa um hetta: Kennir tú onkran, sum hevur brúk fyri eini hjálpandi hond beint nú? Og um so er, hvat kanst tú so gera fyri at hjálpa?
Ansa eftir heilsuni. Minst til at røra teg og hvíla teg nóg nógv. Et sunt. Viss tú ansar eftir heilsuni, kann tað hjálpa tær at vera meira positivur og stúra minni.
Meginregla í Bíbliuni: ’Likamlig venjing er nyttulig.’ – 1. Timoteusarbræv 4:8.
„Sonur mín og eg hava ikki møguleika at gera so nógv uttandura, sum vit kundu hugsað okkum, so tí syrgja vit fyri at venja heima í staðin. Tað er so gott fyri okkum, og vit hava tað eisini nógv betri saman.“ – Catherine.
Hugsa um hetta: Hevur tú brúk fyri at broyta matvanar og røra teg meira fyri at fáa eina betri heilsu?
Eitt annað, sum hevur hjálpt nógvum at stúra minni, er at hoyra um ta góðu framtíðina, sum Bíblian lovar okkum. Tú fært meira at vita um tað í greinini „Hvat fer Guds ríki at gera?“