Hvør kann bjarga jørðini?
Nógv øtast, tá ið tey síggja, hvussu oyðiløgd jørðin er blivin. Nakrir umhvørvisserfrøðingar siga, at menniskjuni ongantíð fyrr hava gjørt so stóran skaða á ríka og fjølbroytta lívið á jørðini sum nú. Og tað er enntá blivið so galið, at nógv sløg av lívi eru í vanda fyri at doyggja út.
Fara vit menniskju at oyðileggja jørðina? Verða vit nakrantíð før fyri at liva í samljóði við náttúruna?
Fara royndirnar hjá menniskjum at eydnast?
Nógvir serfrøðingar eru sannførdir um, at menniskjuni eru før fyri at taka sær av jørðini og liva í samljóði við náttúruna. Nakrir granskarar siga, at viss tað skal eydnast, mugu broytingar gerast á fleiri økjum samstundis. Til dømis hevði tað verið neyðugt …
at umsitið land, skógir, mýrilendi og høv betur
at brúkt aðrar mannagongdir í landbúnaðinum og aðrar orkukeldur
at broytt matvøruframleiðsluna, so hon legði størri dent á grønmeti og minni dent á kjøt og fisk, og so hon minkaði um oyðsl sum heild
at viðurkent, at eitt gott lív ikki er treytað av at skaffa sær fleiri og fleiri materiell ting
Hvat heldur tú? Er tað realistiskt at vænta, at stjórnir, fyritøkur og einstaklingar klára at samstarva um nakað so stórt? Ella er tað meira sannlíkt, at tað ikki ber til, tí nøkur eru gromm, sjálvsøkin og ikki hugsa um framtíðina? – 2. Timoteusarbræv 3:1-5.
Vón er fyri framman
Bíblian vissar okkum um, at jørðin hevur eina bjarta framtíð. Hon greiðir frá, hví royndirnar hjá menniskjum ikki eru nokk til at bjarga jørðini. Og hon fortelur eisini, hvat tað er, sum skal broytast og hvussu.
Hví klára menniskjuni ikki sjálv at bjarga jørðini? Jehova a Gud skapti jørðina og gav menniskjunum ábyrgdina av at taka sær av henni. (1. Mósebók 1:28; 2:15) Fyri at klára tað máttu tey leita sær ráð hjá skaparanum og fylgja hansara leiðbeining. (Orðtøkini 20:24) Men tey vendu honum bakið og fóru sínar egnu leiðir. (Prædikarin 7:29) Einsamøll hava menniskju ikki verið før fyri at taka sær av jørðini, og sjálvt um tey kanska klára at broyta okkurt her og har, er tað avmarkað, hvussu væl tað fer at eydnast. – Orðtøkini 21:30; Jeremias 10:23.
Broytingin, sum skal til. Gud fer at forða menniskjunum í at oyðileggja jørðina. (Opinberingin 11:18) Hann fer ikki bara at reformera tær politisku stjórnirnar og tað mannasamfelagið, sum vit hava nú, nei, hann fer at skifta alt út. (Opinberingin 21:1) Tí sigur Jehova: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ – Opinberingin 21:5.
Hvussu verður broytingin framd? Í staðin fyri stjórnirnar á jørðini fer Jehova at seta eina stjórn í himli, sum verður rópt Guds ríki. Við Jesusi sum leiðara fer henda stjórnin at ráða yvir allari jørðini. – Dániel 2:44; Matteus 6:10.
Undir Guds ríki fáa fólk upplæring í at liva eftir Guds rættvísu normum. Tá ið menniskjuni viðurkenna skaparan og fylgja hansara leiðbeining, verða tey før fyri at liva í samljóði við náttúruna. (Esaias 11:9) Bíblian vísir, at til ta tíð fáa øll eitt gott lív og duga at taka sær væl av jørðini. Orsøkin er, at Guds ríki fer at syrgja fyri …
at øll fáa nokk at eta. – Sálmur 72:16
at náttúrutilfeingið verður endurnýggjað. – Esaias 35:1, 2, 6, 7
at menniskjuni taka sær væl av dýrunum, og at dýrini ikki skaða menniskjuni. – Esaias 11:6-8; Hoseas 2:18
at ongar náttúruvanlukkur vera. – Markus 4:37-41
Guds ríki fer at gera hesar broytingarnar heilt skjótt. Tú fært meira at vita, viss tú lesur greinina „Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?“
a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.