Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Anna Moneymaker/Getty Images

VER VAKIN!

Dómadagsklokkan flutt fram – hvat sigur Bíblian?

Dómadagsklokkan flutt fram – hvat sigur Bíblian?

 Tann 24. januar 2023 fluttu vísindafólk dómadagsklokkuna a longri fram ímóti midnátt. Midnátt ímyndar heimsins enda.

  •   „Dómadagsklokkan ímyndar vandan fyri, at mannaættin beinir fyri sær sjálvari. Týsdagin fluttu vísindafólk klokkuna nærri midnátt enn nakrantíð áður. Orsøkin er millum annað kríggið í Ukraina, vandin fyri kjarnorkukríggi og veðurlagskreppan.“ – AFP International Text Wire.

  •   „Týsdagin kunngjørdu vísindafólk, at dómadagsklokkan er flutt fram, soleiðis at hon nú stendur á 90 sekund í midnátt. So tætt hevur mannaættin ongantíð verið upp á harmageddon.“ – ABC News.

  •   „Eitt panel av altjóða vísindafólkum hevur ávarað um, at vandin fyri, at menniskjuni fara at beina fyri sær sjálvum, er størri nú enn nakrantíð.“ – The Guardian.

 Fer jørðin og alt lív á henni skjótt at blíva oyðilagt? Skulu vit óttast framtíðina? Hvat sigur Bíblian?

Hvat fer at henda í framtíðini?

 Sambært Bíbliuni skal ’jørðin standa í allar ævir’, og menniskju skulu eisini búgva á henni ’í allar ævir’. (Prædikarin 1:4; Sálmur 37:29) Tað vil siga, at menniskju ikki fara at oyðileggja jørðina ella gera tað ómøguligt at liva á henni.

 Men Bíblian nevnir faktiskt, at okkurt fær ein enda. Til dømis sigur hon, at „heimurin forgongur“. – 1. Jóhannesarbræv 2:17.

Hvat kann hjálpa okkum at síggja ljóst upp á framtíðina?

 Bíblian kann hjálpa okkum at vera positiv, sjálvt um tað eru so nógvir trupulleikar í heiminum. Hvussu tá?

 Viss tú hevur hug at vita meira um Bíbliuna, ert tú vælkomin at royna okkara ókeypis bíbliuskeið.

a „Dómadagsklokkan er gjørd fyri at ávara almenningin um, hvussu tætt vit eru upp á at oyðileggja jørðina orsakað av tí vandamiklu tøknini, sum vit sjálvi hava skapt. Tað er ein áminning um tær hóttanir, sum vit mugu gera nakað við, um vit ætla okkum at blíva við at liva á jørðini.“ – Bulletin of the Atomic Scientists.