Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Justin Paget/Stone via Getty Images

Ein farsótt av einsemi – hvat er at gera?

Ein farsótt av einsemi – hvat er at gera?
  •   „Umleið helvtin av øllum vaksnum í USA siga, at tey føla seg einsamøll, og tað er serliga galdandi millum ung vaksin.“ – Our Epidemic of Loneliness and Isolation: The U.S. Surgeon General’s Advisory on the Healing Effects of Social Connection and Community, 2023.

  •   „Heimsheilsustovnurin hevur sett eina nevnd, sum hevur fokus upp á einsemi. Endamálið er at royna at basa einsemi, sum er ein vaksandi heilsutrupulleiki, og finna loysnir, sum kunnu brúkast í øllum londum, bæði ríkum og fátækum.“ – Heimsheilsustovnurin, 15. november 2023.

 Í Bíbliuni eru góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at fáa góðar vinir og føla okkum minni einsamøll.

Góð ráð úr Bíbliuni

 Brúka minni tíð upp á nakað, sum forðar tær í at vera saman við øðrum. Tað kundi til dømis verið at brúka for nógva tíð á sosialu miðlunum. Royn heldur at finna upp á nakað, sum tú kanst gera saman við øðrum. Tað kann gera tað lættari at fáa góðar vinir.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

 Hugsa um, hvussu tú kanst hjálpa øðrum. Tá ið vit gera nakað fyri onnur, fáa vit eitt betri samband við tey, og vit verða glaðari.

 Á hesi heimasíðuni eru fleiri góð ráð úr Bíbliuni um, hvussu mann kann fáa góðar vinir.