Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Francesco Carta fotografo/Moment via Getty Images

Fleiri og fleiri føla seg einsamøll – hvat sigur Bíblian?

Fleiri og fleiri føla seg einsamøll – hvat sigur Bíblian?

 Ein kanning, a sum nýliga er gjørd ymsastaðni í heiminum, vísir, at ein út av fýra følir seg einsamallan.

  •   „Sosial isolatión kann raka hvønn sum helst, hvar sum helst og uttan mun til aldur.“ – Chido Mpemba, sum umboðar nevndina fyri sosialt tilknýti undir Heimsheilsustovninum.

 Summi halda, at tað bara eru eldri fólk og tey, sum búgva fyri seg sjálvi, ið føla seg einsamøll. Men tey, sum eru ung, hava góða heilsu, eru gift og annars síggja út til at hava tað gott, kunnu eisini føla seg einsamøll. Sosial isolatión og einsemi kann vera skaðiligt fyri kropsligu og sálarligu heilsuna.

  •   „Einsemi er nógv meira enn bara ein keðilig kensla,“ sigur Vivek Murthy, heilsustjóri í USA. Hann leggur aftrat: „Einsemi økir um vandan fyri at doyggja for tíðliga. Tað er faktiskt líka so farligt sum at roykja 15 sigarettir um dagin.“

Hvat sigur Bíblian?

 Gud, sum hevur skapt okkum, vil ikki, at vit skulu vera einsamøll. Hann hevur altíð viljað, at menniskju skulu hava góðar vinir at vera saman við.

  •   Meginregla í Bíbliuni: Gud segði: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur.“ – 1. Mósebók 2:18.

 Gud vil, at vit skulu læra hann at kenna. Bíblian sigur, at vit kunnu blíva hansara vinir, viss vit royna at læra hann at kenna. – Jákupsbrævið 4:8.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ – Lukas 11:28.

 Gud vil, at vit skulu tilbiðja hann saman við øðrum. Tað er gott fyri okkum at vera saman við øðrum upp á tann mátan, og tað ger okkum glað.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Latið okkum hjálpa hvør øðrum og birta undir hvør annan til kærleika og góðar gerðir, og ikki gevast at koma saman … Latið okkum stuðla hvør øðrum.“ – Hebrearabrævið 10:24, 25, Nýggi Sáttmálin.

 Tú kanst lesa meira um, hví tað er so umráðandi at stríðast ímóti einsemi, í greinini „Ein farsótt av einsemi – hvat er at gera?“

a The Global State of Social Connections, by Meta and Gallup, 2023.