Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

JenkoAtaman/stock.adobe.com

VER VAKIN!

Kunnu vit hava góðar vónir fyri 2023? Hvat sigur Bíblian?

Kunnu vit hava góðar vónir fyri 2023? Hvat sigur Bíblian?

 Nú tá ið eitt nýtt ár er byrjað, vóna vit øll, at tað fer at gangast okkum og okkara familju væl. Hvat kann hjálpa okkum at síggja ljóst upp á framtíðina?

Bíblian gevur okkum vón

 Bíblian lovar, at teir trupulleikarnir, vit hava í dag, skjótt fáa ein enda. Bíblian bleiv faktiskt skrivað fyri at geva okkum troyst og vón.Rómbrævið 15:4.

Ein vón, sum kann hjálpa okkum longu nú

 Tann vónin, sum Bíblian gevur, kann vera sum eitt akker í lívinum. (Hebrearabrævið 6:19) Henda vónin kann hjálpa okkum at klára okkara trupulleikar og at vera positiv. Hon kann eisini gera okkum trygg og glað. Her eru nøkur dømi:

Ein álítandi vón

 Nógv vóna, at alt verður betri, men tey eru ikki vís í, at tað nakrantíð fer at henda. Tað er øðrvísi við tí, sum Bíblian lovar. Hví tað? Tí tað, sum hon lovar, kemur frá Gudi sjálvum, og hann kann ikki lúgva. (Titusarbrævið 1:2) Tað er bara Jehova Gud a, sum er førur fyri at halda tað, sum hann lovar. Hann kann gera „alt tað, ið Hann vil“. – Sálmur 135:5, 6.

 Vit vilja gjarna hjálpa tær at læra meira um hesa vónina. (Ápostlasøgan 17:11) Hví ikki royna okkara ókeypis bíbliuskeið og byrja 2023 við at síggja ljóst upp á framtíðina?

a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.