Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat sigur Bíblian um heimsumfatandi vatnkreppuna?

Hvat sigur Bíblian um heimsumfatandi vatnkreppuna?

 Vit mugu øll hava vatn fyri at liva. Men ST-aðalskrivarin António Guterres hevur ávarað og sagt: „Vit standa andlit til andlits við eina ógvisliga vatnkreppu, tí tørvurin á vatni í øllum heiminum heldur fram at vaksa.“ Longu nú hava milliardir av fólki ikki atgongd til reint drekkivatn.

Strdel/AFP via Getty Images

 Verður tað nakrantíð nokk av vatni til øll? Ella verða vatnkreppur altíð ein trupulleiki? Hvat sigur Bíblian?

Hvat lovar Bíblian?

 Bíblian lovar, at einaferð verður einki vatntrot. Faktiskt verður ríkiligt av reinum og góðum vatni at fáa.

 „Keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði; hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur.“ – Esaias 35:6, 7.

 Kunnu vit trúgva upp á tað? Bíblian sigur nakað áhugavert um okkara jørð, sum er vert at hugsa um.

Hvat sigur Bíblian um jørðina og vatnringrásina?

 ’Gud skapti ikki jørðina til at liggja í oyði, nei, til bústað hjá fólki.’ – Esaias 45:18.

 Av tí at Gud skapti jørðina, so lív kundi vera á henni, syrgdi hann fyri náttúruskipanum, sum gera, at vit kunnu fáa ríkiligt av drekkivatni.

 „Dropar dregur [Gud] upp úr havinum; í toku Hansara sirma teir niður sum regn, og skýggini lata tað streyma og dryppa niður á mong fólk.“ – Job 36:27, 28.

 Hesi ørindini lýsa vatnringrásina, sum Gud hevur skapt, upp á ein einfaldan máta. Vatn av landi og sjógvi dampar, tættist og dettur niður sum regn. Og tað ger, at menniskju og djór sum útgangsstøði altíð hava atgongd til reint vatn. – Prædikarin 1:7; Amos 5:8.

 „Eg [skal] senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín.“ – 3. Mósebók 26:4.

 Ísraelsmenn í forðum livdu av at dyrka jørðina. Gud lovaði at lata tað regna í rættari tíð, so teir kundu fáa nógva grøði. Hann veit, at viss vit skulu dyrka jørðina, er tað neyðugt við nóg nógvum vatni, og at vit fáa tað í rættari tíð.

 Tað, sum Gud gjørdi fyri ísraelsmenn í forðum, fer hann skjótt at gera fyri øll menniskju á jørðini. (Esaias 30:23) Men inntil tá, heldur vatnkreppan fram at skapa trupulleikar nógvastaðni í heiminum. Og mangul upp á regn er bara ein partur av trupulleikanum. Hvat annað sigur Bíblian um, hvør loysnin er á vatnkreppuni í dag?

Hvussu verður vatnkreppan loyst?

 Bíblian vísir, at Gud fer at loysa allar trupulleikar, sum plága okkara jørð, harímillum vatnkreppuna. Tað fer hann at gera við sínum ríki. (Matteus 6:9, 10) Guds ríki er ein stjórn í himli, sum fer at ráða yvir jørðini. (Dániel 2:44; Opinberingin 11:15) Guds ríki fer at gera nakað, sum eingin stjórn á jørðini er før fyri – at fjerna orsøkina til vatntrupulleikarnar í heiminum.

 Trupulleiki: Veðurlagsbroytingar eru viðvirkandi til tað álvarsama ólagið í vatnringrásini. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað ógvisligur turkur og stórar vatnflóðir, sum antin standast av glopraregni ella hækkandi vatnstøðu.

 Loysn: Guds ríki fer at syrgja fyri, at tað aftur verður javnvág í náttúruni, so jørðin kann koma fyri seg. Gud hevur lovað: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ (Opinberingin 21:5) Har, sum tað er púra avsviðið og ikki búgvandi í dag, fer at blóma og koma lív í, tí nokk av vatni fer at vera. (Esaias 41:17-20) Harumframt fer kongurin í Guds ríki, Jesus Kristus, at hava tamarhald á náttúrukreftunum.

 Tá ið Jesus var á jørðini, fekk hann ein ógvisligan storm at leggja seg, og tað gevur okkum eina hóming av valdinum, sum Gud hevur givið honum. (Markus 4:39, 41) Sum kongur í Guds ríki fer Jesus at syrgja fyri, at ongar náttúruvanlukkur vera longur. Tá fer eingin at verða bangin fyri nøkrum vanlukkum yvirhøvur, tí lívið verður trygt og gott.

 Trupulleiki: Menniskju, sum ikki hugsa um avleiðingarnar av tí, sum tey gera, dálka áir, vøtn og grundvatn, og eru soleiðis við til at økja um vatntrotið.

 Loysn: Gud fer at reinsa jørðina og fáa alt tað, sum er hent við áunum, vøtnunum, høvunum og jarðarbotninum, í rættlag. Jørðin verður eitt paradís. Bíblian sigur tað øgiliga vakurt: „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.

 Hvat fer at henda við teimum, sum eru líkaglað við umhvørvinum og øðrum menniskjum? Gud hevur sagt, at hann skal „oyða tey, sum oyða jørðina“. – Opinberingin 11:18; Orðtøkini 2:21, 22.

 Trupulleiki: Vatntilfeingið verður ikki brúkt rætt. Vit menniskju brúka vatnið so skjótt, at jørðin ikki klárar at fylgja við.

 Loysn: Við sínum ríki fer Gud at syrgja fyri, at hansara vilji hendir á jørðini – ikki viljin hjá sjálvsøknum menniskjum. (Matteus 6:9, 10) Guds ríki fer at geva menniskjum ta bestu upplæringina, sum mann yvirhøvur kann fáa. Í Esaias 11:9 stendur: „Jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN.“ Av tí at menniskju til ta tíð hava henda kunnskapin og elska Gud og alt tað, sum hann hevur skapt, fara tey at taka sær væl av okkara vøkru jørð og náttúrutilfeinginum.

  •    Viss tú vilt vita meira um, hvat Guds ríki fer at gera, kanst tú lesa greinina „Hvat fer Guds ríki at gera?

  •    Í Esaiasar bók í Bíbliuni, kapittul 35, kanst tú lesa um, hvussu jørðin verður til eitt paradís.

  •    Hygg at videonum Hví skapti Gud jørðina? fyri at fáa meira at vita um, hvørja ætlan Gud hevur við jørðini og menniskjunum.