Heldur yvirgangur nakrantíð uppat?
Aftan á eitt yvirgangsálop er tað natúrligt at spyrja: Er Gud líkaglaður? Hví hendir tað? Heldur yvirgangur a nakrantíð uppat? Hvussu kann eg liva við óttanum? Bíblian svarar hesum spurningunum.
Hvat heldur Gud um yvirgang?
Gud hatar harðskap og yvirgang. (Sálmur 11:5; Orðtøkini 6:16, 17) Og Jesus, sonur Guds, talaði at, tá ið lærisveinarnir brúktu harðskap. (Matteus 26:50-52) Nøkur siga, at tey fremja yvirgangsálop í Guds navni. Men tað er als ikki nakað, Gud góðkennir. Faktiskt vil hann ikki eingongd lurta eftir teimum, tá ið tey biðja. – Esaias 1:15.
Gud følir virkuliga við øllum, sum hava tað ringt, eisini teimum, sum hava upplivað yvirgangsálop. (Sálmur 31:8; 1. Pætursbræv 5:7) Bíblian vísir, at hann fer at steðga øllum harðskapi. – Esaias 60:18.
Orsøkin til trupulleikan
Bíblian avdúkar veruligu orsøkina til yvirgang: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ (Prædikarin 8:9) Upp gjøgnum tíðina hava fólk við stórum valdi brúkt yvirgang til at kúga onnur. Og viðhvørt hava tey, sum eru blivin kúgað, svarað aftur upp á sama máta. – Prædikarin 7:7, New World Translation.
Yvirgangur heldur uppat
Gud hevur lovað at beina fyri ótta og harðskapi og at skapa frið her á jørðini. (Esaias 32:18; Mika 4:3, 4) Hann fer:
At beina fyri orsøkini til yvirgang. Gud fer at beina fyri øllum mannastjórnum og seta sína egnu heimsumfatandi stjórn í staðin. Jesus, sum ræður í tí stjórnini, fer at vera rættvísur móti øllum og steðga allari kúgan og øllum harðskapi. (Sálmur 72:2, 14) Til ta tíð verður eingin yvirgangur. Nei, fólk skulu tvørturímóti „gleðast í nógvum friði“. – Sálmur 37:10, 11.
At beina fyri avleiðingunum av yvirgangi. Gud fer at grøða øll sárini hjá teimum, sum hava fingið kropsligar ella sálarligar løstir av yvirgangi. (Esaias 65:17; Opinberingin 21:3, 4) Hann hevur enntá lovað at geva deyðum lívið aftur, og at tey skulu sleppa at liva í einum paradísi her á jørðini. – Jóhannes 5:28, 29.
Bíblian gevur okkum góðar grundir til at trúgva, at tað skjótt fer at henda. Men tú undrast kanska á, hví Gud ikki langt síðani hevur steðgað yvirgangi. Svarið er at finna í videonum Hví loyvir Gud líðingum?
a Orðið „yvirgangur“ verður ofta brúkt til at lýsa harðskap ella hóttanir um harðskap, serliga ímóti sivilum. Og tað verður gjørt fyri at skapa ótta og fáa politiskar, átrúnaðarligar ella sosialar broytingar í lag. Men fólk eru ikki altíð samd um, hvat mann kann kalla yvirgang.