Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sean Gladwell/Moment via Getty Images

VER VAKIN!

Heimsins hernaðarútreiðslur seta met – hvat sigur Bíblian?

Heimsins hernaðarútreiðslur seta met – hvat sigur Bíblian?

 Í 2022 komu samlaðu hernaðarútreiðslurnar í heiminum upp á 2,24 billiónir dollarar, og tað er hægsta talið nakrantíð. Høvuðsorsøkin var russiska innrásin í Ukraina. Í apríl 2023 gav Stockholm International Peace Research Institute (SIPRI) eina frágreiðing út um heimsins hernaðarútreiðslur í 2022. Har stóð millum annað:

  •   Hernaðarútreiðslurnar í Evropa „vuksu við 13 prosentum tað árið, sum er størsti vøksturin, síðani kalda kríggið endaði“.

  •   „Hernaðarútreiðslurnar hjá Russlandi vuksu við 9,2 prosentum, sum gjørdi, at tað fór frá at vera tað landið í heiminum, sum brúkti fimtmest pengar til at brúka triðmest pengar.“

  •   USA varð verandi á fremsta plássinum, tí tey standa fyri „39 prosentum av øllum hernaðarútreiðslum í heiminum“.

 „Tað, at hernaðarútreiðslurnar blíva við at vaksa, er tekin um, at heimurin verður meira og meira ótryggur,“ sigur Nan Tian, sum hevur verið við til at skriva SIPRI frágreiðingina.

 Bíblian hevur boðað frá, at fleiri og fleiri ósemjur og trupulleikar skuldu stinga seg upp millum stórveldini í heiminum, men hon sigur eisini, hvussu vit kunnu fáa frið.

Bíblian hevur boðað frá hernaðarligum ósemjum

  •   Bíblian kallar tíðina, vit liva á, fyri „tíð endans“.Dániel 8:19.

  •   Dániels bók hevur boðað frá eini tíð, tá ið ymisk heimsveldi skuldu stríðast ímóti hvørjum øðrum. Hesi heimsveldini skuldu „berjast“ fyri at fáa størsta valdið, og stríðið fór at hava stórar útreiðslur við sær. – Dániel 11:40, 42, 43.

 Tú fært meira at vita um hesa spennandi profetiina í Bíbliuni, viss tú hyggur at videonum Opfyldt profeti – Daniel, kapitel 11.

Hvussu fáa vit frið?

  •   Bíblian vísir, at Gud fer at beina fyri mannastjórnunum. Hann fer at stovna eitt „ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir“. – Dániel 2:44.

  •   Jehova a Gud fer skjótt at gera nakað, sum einki menniskja er ført fyri at gera – at skapa varandi frið. Hvussu? Hansara ríki, ella stjórn, fer at syrgja fyri, at øll vápn verða oyðiløgd, og at allur harðskapur verður steðgaður. – Sálmur 46:9, 10.

 Tú fært meira at vita um, hvat Guds ríki fer at gera, viss tú lesur greinina „Guds rige indfører ’fred overalt’“.

a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.