Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Surasak Suwanmake/Moment via Getty Images

VER VAKIN!

Heimsumfatandi hitabylgjur summarið 2023 – hvat sigur Bíblian?

Heimsumfatandi hitabylgjur summarið 2023 – hvat sigur Bíblian?

 Fólk um allan heimin uppliva metheitar hitabylgjur og aðrar vanlukkur, sum standast av tí heita veðrinum. Her eru nakrar útsagnir, sum vísa, hvussu álvarslig støðan er:

  •   „Juni mánaður í ár var tann heitasti mánaðurin, síðan mann fyri 174 árum síðani fór undir at gera veðurmátingar.“ – National Oceanic and Atmospheric Administration, handilsmálaráðið í USA, 13. juli 2023.

  •   „Í løtuni herja ógvisligar hitabylgjur í Italia, Spania, Fraklandi, Týsklandi og Póllandi. Á Sisilia og Sardinia væntar mann, at temperatururin kann koma upp á heili 48 hitastig. Hetta kann blíva hægsti hitin, sum nakrantíð er máldur í Evropa.“ – European Space Agency, 13. juli 2023.

  •   „So hvørt sum jørðin verður heitari, kunnu vit rokna við, at tað fer at regna oftari og ógvisligari, og tað kann so aftur elva til stórar vatnflóðir.“ – Stefan Uhlenbrook, World Meteorological Organization, 17. juli 2023.

 Verður tú stúrin, tá ið tú lesur sovorðin tíðindi? Hvat sigur Bíblian um hetta týðandi evnið?

Sigur Bíblian nakað um ógvisligt veður?

 Ja. Hitabylgjur og annað ógvisligt veður passa við tað, sum Bíblian hevur boðað frá um okkara tíð. Jesus segði til dømis, at „øgiligir tilburðir“ skuldu vera. (Lukas 21:11, Dahl/Viderø) Nógv ræðast veðurlagsbroytingarnar og eru bangin fyri, at menniskjuni fara at oyðileggja jørðina.

Fer tað at verða óliviligt á jørðini?

 Nei. Gud skapti jørðina, tí hann vildi, at vit menniskju skuldu búgva á henni í allar ævir. Hann fer ikki at loyva okkum at oyðileggja hana. (Sálmur 115:16; Prædikarin 1:4) Hann hevur enntá lovað, at „oyða tey, sum oyða jørðina“. – Opinberingin 11:18.

 Bíblian vísir, at Gud bæði kann og vil syrgja fyri, at jørðin ikki verður oyðiløgd av einari umhvørvisvanlukku.

  •   ’Hann [Gud] letur stormin vendast í stilli, bylgjurnar tagna.’ (Sálmur 107:29) Gud er førur fyri at stýra náttúrukreftunum. Og hann er eisini førur fyri at loysa allar umhvørvistrupulleikar, sum elva til ógvisligt veður.

  •   ’Tú [Gud] gevur jørðini yvirflóð, ger hana ógvuliga ríka.’ (Sálmur 65:10) Gud fer at gera jørðina til eitt paradís.

 Viss tú vilt vita meira um, hvat Bíblian sigur um, hvussu allir umhvørvistrupulleikar verða loystir, kanst tú lesa greinina „Hvem kan redde jorden?