Hvat kann hjálpa tær, tá ið tú ert avbyrgdur?
Følir tú teg avbyrgdan og einsamallan? Um so er, kennir tú teg kanska aftur í orðunum hjá sálmaskaldinum, sum skrivaði: „Eg ... eri vorðin sum einsligur fuglur á takinum.“ (Sálmur 102:8) Góðu ráðini í Bíbliuni kunnu hjálpa tær at klára avbjóðingar í sambandi við avbyrging.
Hugsa meira um tað andaliga
Viss tú gert nakað fyri at nøkta tín andaliga tørv, kanst tú hava tað gott, hóast tú ert avbyrgdur. (Lukas 11:28) Tilfarið niðanfyri kann hjálpa tær at gera tað.
Ein bíblia á netinum, sum er nágreinilig og løtt at lesa
Stutt video um nakrar týðandi sannleikar í Bíbliuni
„Svar upp á bíbilskar spurningar,“ sum nógv hugsa um
„Tak eftir trúgv teirra“ er ein greinarøð, sum kann hjálpa tær at ímynda tær lívið hjá trúføstum monnum og kvinnum í Bíbliuni
„Tilvild ella tilevning?“ er ein greinarøð, sum vísir á vakurleikan og margfeldið í náttúruni
Les nøkur uggandi bíbliuørindi
Hesi ørindini hava uggað nógv fólk. Heldur enn at lesa øll ørindini í senn kanst tú kanska brúka nakað av tíðini í avbyrging til at hugsa gjølla um hvørt brot og til at biðja. – Markus 1:35.
Finn út av, hví heimurin sær út, sum hann ger
Tað er lættari at klára eina ringa støðu, viss tú veitst, hví so nógv ræðuligt hendir, og hvat Gud fer at gera við tað. – Esaias 65:17.
Ansa eftir ikki at stúra for nógv
Greinarnar niðanfyri kunnu hjálpa tær at lata vera við at stúra og at klára avbjóðingar í sambandi við avbyrging. – Matteus 6:25.
Hav samband við vinirnar
Vinaløg hava nógv at siga fyri okkara sálarligu heilsu, og tey hava enn størri týdning, tá ið tað ikki ber til at vera saman fysiskt. Viss tú noyðist at vera heima, kanst tú kanska ringja til onkran ella hava eitt videoprát við onkran fyri at halda sambandið við tínar vinir við líka ella fyri at fáa nýggjar vinir. Tær næstu tvær greinarnar snúgva seg um vinaløg. – Orðtøkini 17:17.
Minst til at røra teg
Bíblian sigur, at ’likamlig venjing er nyttulig’. (1. Timoteusarbræv 4:8) Tú kanst fáa tað betri sálarliga við at røra teg, serliga um tú ert avbyrgdur. Sjálvt um tú noyðist at halda teg heima, ber tað helst til hjá tær at røra teg eitt sindur.