VER VAKIN!
Kann HM í fótbólti sameina fólk? – Hvat sigur Bíblian?
Í sambandi við HM í fótbólti frá 20. november til 18. desember 2022 roknaði mann við, at umleið fimm milliardir fóru at hyggja. Nógv halda, at sovorðin ítróttatiltøk kunnu gera nógv meira enn bara at sameina fólk sum áskoðarar.
„Ítróttur hevur vald at broyta heimin, at geva íblástur og at sameina fólk upp á ein heilt serligan máta.“ – Nelson Mandela, fyrrverandi forseti í Suðurafrika.
„Fótbóltur sameinir fólk og kveikir vón, gleði, eldhuga, kærleika og fagnar margfeldi.“ – Gianni Infantino, forseti í FIFA. a
Kann HM í fótbólti ella nakað annað ítróttatiltak fremja nakað so gott? Kunnu vit vænta, at tað nakrantíð verður friður og einleiki í heiminum?
Sameinir fótbóltur heimin?
HM í 2022 hevur ikki bara handlað um fótbólt. Kappingin hevur eisini fingið fólk at kjakast um sosial og politisk viðurskifti innan mannarættindi, rasismu og fíggjarligan ójavna.
Men allíkavæl hugsa nógv, at altjóða ítróttakappingar sum HM í fótbólti bara eru gott undirhald. Og líkamikið hvussu gjarna fólk vilja, kunnu slík tiltøk ikki sameina heimin. Tvørturímóti endar tað ofta við, at fólk fara at uppføra seg upp á ein keðiligan máta. Og tað er faktiskt soleiðis Bíblian sigur, at nógv skuldu vera á „síðstu døgum“. – 2. Timoteusarbræv 3:1-5.
Tað, sum veruliga kann sameina heimin
Bíblian vísir, at tað ber til at sameina allan heimin. Hon lovar, at øll menniskju verða sameind undir eini stjórn í himli, sum verður rópt ’Guds ríki’. – Lukas 4:43; Matteus 6:10.
Jesus, sum er kongur í tí ríkinum, fer at skapa frið um allan heimin. Bíblian sigur:
’Hin rættvísi skal blóma, og djúpur friður skal ráða.’ – Sálmur 72:7.
„Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar … Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ – Sálmur 72:12, 14.
Jesus hevur longu sameint milliónir av menniskjum í 239 londum. Tey hava lært at lata vera við at hata. Viss tú hevur hug at vita meira um tað, kanst tú lesa greinarøðina, sum eitur „Had kan overvindes“.
a Fédération Internationale de Football Association (altjóða fótbóltssamgongan).