Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Jehova vitni og holocaust – hvat sigur Bíblian?

Jehova vitni og holocaust – hvat sigur Bíblian?

 Altjóða holocaustdagurin verður hildin 27. januar hvørt ár. Kanska fáa ræðuleikarnir, sum fóru fram fyri meira enn 75 árum síðani, teg at hugsa um, hví Gud loyvdi tí.

 Tað, sum jødarnir vóru fyri undir holocaust, var ræðuligt. Milliónir blivu myrd upp á ein óhugnaligan og systematiskan máta. Fólk úr øðrum bólkum vórðu eisini forfylgd og dripin undir holocaust. Harímillum Jehova vitni, sum vórðu atsøkt fyri sína trúgv.

„Framtíð og vón“

 Nógv eru bangin fyri, at nakað líknandi kann henda aftur. Men Bíblian lovar okkum eina framtíð, har slíkir sorgarleikir ikki longur fara at henda.

  •   „Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.“ – Jeremias 29:11.

 Henda vónin verður veruleiki, tá ið Jehova a Gud fer at gera enda á óndskapi og gera alt gott aftur. Hann fer skjótt at …

  •   beina fyri teimum, sum eru óndskapsfull ímóti øðrum. – Orðtøkini 2:22.

  •   syrgja fyri, at øll, sum hava upplivað sorg og pínu, fáa tað gott aftur. – Opinberingin 21:4.

  •   geva teimum deyðu lívið aftur her á jørðini. – Jóhannes 5:28, 29.

 Vónin, sum Bíblian gevur, er sera uggandi. Men hvussu kanst tú fáa álit á, at hon verður veruleiki? Royn okkara ókeypis bíbliuskeið.

a Jehova er Guds navn sambært Bíbliuni. – Sálmur 83:18, New World Translation.