Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kim Steele/The Image Bank via Getty Images

Hvat fer Guds ríki at gera við fíggjarligar trupulleikar?

Hvat fer Guds ríki at gera við fíggjarligar trupulleikar?

 Nógv fólk hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, og tað er ein trupulleiki, sum bara versnar.

  •   Ein frágreiðing, sum nýliga er komin út, a vísir, at reallønin um allan heimin er minkað munandi, tað vil siga, at fólk fáa minni fyri pengarnar. Í frágreiðingini verður ávarað um, at viss einki verður gjørt við trupulleikan, verður ójavnin millum rík og fátæk størri, og livikorini hjá nógvum familjum versna.

 Fara heimsins leiðarar at klára at loysa henda vaksandi trupulleikan ella í minsta lagi bøta um hann?

 Bíblian vísir á eina stjórn, sum er før fyri at loysa allar fíggjarligar trupulleikar, harímillum ójavna. Hon sigur, at ’Gud himmalsins skal grunda eitt ríki’, eina stjórn, sum fer at ráða yvir allari jørðini. (Dániel 2:44) Tá ið tann stjórnin ræður, fer eingin at detta niðurímillum ella blíva gloymdur. (Sálmur 9:19) Guds ríki fer at syrgja fyri, at øll fáa tað, sum tey hava brúk fyri. Og øll fara at gleðast um sítt arbeiði og fáa nakað gott burturúr. – Esaias 65:21, 22.

a International Labour Organization Global Wage Report 2022-23