Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Comstock Images/Stockbyte via Getty Images

Hvat fer Guds ríki at gera við korruptar politikarar?

Hvat fer Guds ríki at gera við korruptar politikarar?

 Fólk eru móð av korruptum politikarum; tey vilja hava leiðarar, sum tey kunnu líta á. Ein heimsumfatandi kanning, sum bleiv almannakunngjørd í 2023, vísir, at tann bólkurin av menniskjum, sum fólk líta minst á, eru politiskir leiðarar. a

 Bíblian fortelur um eina stjórn, sum hevur ein leiðara, ið als ikki er korruptur og ongantíð verður tað. Tann stjórnin er Guds ríki, og leiðarin er Jesus Kristus. – Esaias 9:7.

 Jesus hevur longu prógvað, at hann bara vil menniskjum tað besta. (Matteus 9:35, 36) Sum kongur í Guds ríki fer hann at syrgja fyri, at friður verður um alla jørðina, og at alt fer at ganga rættvíst fyri seg. Øll, ið velja hann sum leiðara, sleppa at uppliva tað. – Sálmur 72:12-14.

a 2023 Edelman Trust Barometer Global Report.