Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Chris McGrath/Getty Images

Hvat fer Guds ríki at gera við kríggj?

Hvat fer Guds ríki at gera við kríggj?

 Kríggj elvir til nógva sorg, pínu og oyðing kring heimin. Her eru nøkur dømi:

  •   „Nýggj hagtøl vísa, at talið á deyðum í vápnaðum stríði er tað hægsta í 28 ár, serstakliga orsakað av krígnum í Etiopia og Ukraina.“ – Peace Research Institute Oslo, 7. juni 2023.

  •   „Kríggið í Ukraina var bara eitt av mongum stríðum, sum versnaðu í 2022. Í fjør vaks politiskur harðskapur við 27 prosentum um allan heimin, og tað ávirkaði umleið 1,7 milliardir fólk.“ – The Armed Conflict Location & Event Data Project (ACLED), 8. februar 2023.

 Bíblian vísir á eina loysn. Hon sigur, at „Gud Himmalsins [skal] grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði“. (Dániel 2:44) Tá ið tað ríkið, ella tann stjórnin, ræður yvir jørðini, fer Gud at gera „enda á kríggi“. – Sálmur 46:10.