Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

TheCrimsonMonkey/E+ via Getty Images

Hvat fer Guds ríki at gera við umhvørvistrupulleikar?

Hvat fer Guds ríki at gera við umhvørvistrupulleikar?

 „Veðurlagskreppan plágar menniskju, býir og vistskipanir. Ódnir, sum bara verða ógvisligari av veðurlagsbroytingunum, oyðileggja heim og inntøkugrundarlag hjá fólki um allan heimin. Vistskipanir í havinum verða heitari, og av tí sama er vandi fyri, at nógv lív í sjónum doyr út.“ – Inger Andersen, varaaðalskrivari hjá ST og stjóri í umhvørvisskránni hjá ST, 25. juli 2023.

 Fara heimsins leiðarar at klára at samstarva um at loysa hesar heimsumfatandi trupulleikarnar? Eru teir førir fyri at koma við eini varandi loysn?

 Í Bíbliuni lesa vit um eina stjórn, sum bæði kann og fer at loysa allar umhvørvistrupulleikar á jørðini. Hon sigur, at ’Gud himmalsins skal grunda eitt ríki’, altso eina stjórn, sum fer at ráða yvir allari jørðini og loysa allar trupulleikarnar hjá menniskjunum. (Dániel 2:44) Til ta tíð fara fólk hvørki at skaða hvønn annan ella jørðina. – Esaias 11:9.