Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat sigur Bíblian um matvørutrot?

Hvat sigur Bíblian um matvørutrot?

 „Eingin skal svølta.“ Hetta er eitt mál, sum heimsins leiðarar hava sett fyri at fáa bilbugt við ein av størstu trupulleikunum hjá mannaættini. a Men verður trupulleikin við matvørutroti nakrantíð loystur? Hvat sigur Bíblian?

Bíblian hevur sagt frá, at matvørutrot skuldi vera í dag

 Sambært Bíbliuni skuldi matvørutrot vera á „síðstu døgum“, og tað er tann tíðin, vit liva í nú. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tað er ikki Gud, sum hevur ábyrgdina av hesum matvørutrotinum, men hann hevur ávarað okkum um tað. (Jákupsbrævið 1:13) Hugsa um hesar báðar profetiirnar í Bíbliuni:

 „Hungur … skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7) Henda profetiin vísir, at tað skuldi vera hungursneyð nógvastaðni. Í eini nýggjari frágreiðing um, hvussu matur verður framleiddur og býttur út, stendur: „Matvørutrotið í heiminum versnar bara, og tað er ringt at fáa fatur á heilsugóðum mati.“ b Fleiri hundrað milliónir menniskju í nógvum londum fáa ikki nokk at eta, og av tí sama doyggja nógv av teimum tíverri í hungri.

 „[Eg] fekk at síggja svartan hest; hann, ið á honum sat, hevði vekt í hondini.“ (Opinberingin 6:5) Í hesi profetiini umboða hesturin og hann, sum ríður á honum, hungursneyð á síðstu døgum. c Vektin, sum reiðmaðurin hevur í hondini, skal brúkast til at viga mat, so øll kunnu fáa eitt lítið sindur. Meðan maðurin ríður á hestinum, sigur ein rødd, at matvøruprísirnir fara at hækka nógv, og at mann ikki skal lata mat fara til spillis. (Opinberingin 6:6) Hetta lýsir væl matvørukreppuna, sum er í dag, tí milliardir av menniskjum hava ikki ráð til ella fáa ikki fatur á heilsugóðum mati.

Hvussu verður trupulleikin við matvørutroti loystur?

 Serfrøðingar siga, at so nógvur matur verður framleiddur, at øll menniskju á jørðini kunnu eta seg mett. Men hvat er tað so, sum ger, at matvørutrotið er so stórt? Og hvat sigur Bíblian um tað? Hvussu fer okkara skapari, Jehova, d at loysa trupulleikarnar?

 Trupulleiki: Myndugleikarnir eru ikki førir fyri at beina fyri fátækradømi og órættvísi, sum ger, at fólk ikki fáa nokk at eta.

 Loysn: Tey, sum stýra í dag, eru ófullkomin, og tað er avmarkað, hvat tey kunnu gera. Men Guds ríki, sum er ein fullkomin stjórn uttan avmarkingar, fer at taka valdið í heiminum. (Dániel 2:44; Matteus 6:10) Nógv, sum eru fátæk, mugu stríðast fyri at fáa mat á borðið, men tá ið Guds ríki hevur valdið, verður alt øðrvísi. Bíblian sigur um Jesus, sum er kongur í Guds ríki: „Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur.“ Hon sigur eisini: „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ – Sálmur 72:12, 16.

 Trupulleiki: Kríggj oyðileggur nógv og skapar fíggjarliga óvissu, og av tí sama hava fólk ringt við at fáa fatur á mati.

 Loysn: „[Gud] ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.“ (Sálmur 46:10) Gud fer at oyðileggja øll vápn og beina fyri teimum, sum stuðla kríggi. Tá verður tað trygt og lætt hjá øllum at fáa fatur á mati. Bíblian lovar: „Hin rættvísi [skal] blóma, og djúpur friður skal ráða.“ – Sálmur 72:7.

 Trupulleiki: Ógvisligt veður og náttúruvanlukkur gera, at grøði verður oyðiløgd og kríatúr doyggja.

 Loysn: Gud fer at stýra náttúrukreftunum og syrgja fyri teimum heilt røttu umstøðunum til at framleiða mat. Bíblian sigur: ’Hann [Jehova] letur stormin vendast í stilli, bylgjurnar tagna; hann ger oyðimørk til tjarnir, hitt turra landið til keldur; har letur hann hini svongu búgva; tey sáa akrar og planta víngarðar, og tey fáa grøði at heysta.’ – Sálmur 107:29, 35-37.

 Trupulleiki: Fólk, sum eru korrupt og óð eftir pengum, framleiða heilsuskaðiligan mat og forða fyri, at matur kemur fram til fólk, sum virkuliga hava brúk fyri honum.

 Loysn: Guds ríki fer at beina fyri øllum óerligum og korruptum menniskjum. (Sálmur 37:10, 11; Esaias 61:8) Bíblian sigur um Jehova Gud, at hann gevur ’kúgaðum rætt’ og „svongum breyð“. – Sálmur 146:7.

 Trupulleiki: Hvørt ár fer ein triðingur av øllum mati í heiminum til spillis.

 Loysn: Tá ið Guds ríki ræður, fáa øll nokk at eta. Meðan Jesus var á jørðini, ansaði hann væl eftir, at eingin matur fór til spillis. Einaferð gjørdi hann eitt undur og gav meira enn 5.000 fólkum at eta. Tá ið øll vóru mett, segði hann við lærisveinarnar: „Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!“Jóhannes 6:5-13.

 Guds ríki fer altso at beina fyri øllum trupulleikum, sum elva til matvørutrot, og tá kunnu øll gleðast um at fáa eina rúgvu av góðum og sunnum mati. (Esaias 25:6) Í greinini „Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?“ fært tú meira at vita um, nær hetta fer at henda.

a Málið hjá ST fyri burðardygga menning áðrenn 2030, sum øll limalondini í ST góðkendu í 2015.

b Ein samlað fráboðan frá Matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum hjá ST (FAO), Barnagrunninum hjá ST (UNICEF), Heimsheilsustovninum (WHO), Altjóða grunninum fyri landbúnaðarmenning (IFAD) og Matvørufelagsskapinum hjá ST (WFP).

c Tú fært meira at vita um allar fýra reiðmenninar í Opinberingini, viss tú lesur greinina „De fire ryttere – hvem er de?

d Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Sí greinina „Hvør er Jehova?