Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Hví elvir politikkur til so stóra ósemju? Hvat sigur Bíblian?

Hví elvir politikkur til so stóra ósemju? Hvat sigur Bíblian?

 Um allan heimin er stór politisk ósemja. Ein kanning, sum Pew Research Center gjørdi í 2022, vísir, at „65 prosent av teimum vaksnu í 19 londum siga, at har, sum tey búgva, er stór ella øgiliga stór ósemja millum fólk, sum ikki stuðla sama politiska flokki“.

 Heldur tú, at fólk eru blivin meira og meira ósamd orsakað av politikki? Hví heldur tú, tað er so? Og man nøkur loysn vera at finna? Hugsa um, hvat Bíblian sigur.

Hví eru menniskju so ósamd?

 Bíblian hevur sagt nakað áhugavert um teir ’síðstu dagarnar’, sum er tann tíðin, vit liva á nú. Hon vísir á, at nógv fólk skuldu hava eitt lyndi, sum fór at gera tað torført hjá teimum at semjast.

  •   „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv … [og] óálítandi.“ – 2. Timoteusarbræv 3:1-3.

 Sjálvt um fólk hava góðar intentiónir, er tað eitt stríð at fáa stjórnir at fungera væl. Tey, sum hava mótstríðandi áskoðanir, halda tað vera øgiliga ringt, kanska enntá ómøguligt, at arbeiða saman um at loysa trupulleikar. Úrslitini vátta tað, sum hevur staðið í Bíbliuni í langa tíð.

  •   „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ – Prædikarin 8:9.

 Men Bíblian vísir, hvat loysnin er. Tað er ein stjórn við einum leiðara, sum er førur fyri at beina fyri øllum trupulleikum, sum vit stríðast við í dag.

Ein dugnaligur leiðari, sum er góður við okkum

 Bíblian vísir á ein leiðara, sum hevur teir heilt røttu eginleikarnar og førleikarnar, nemliga Jesus Kristus. Hann hevur vald og myndugleika til at sameina alla mannaættina og skapa frið. Og hann gleðir seg til at gera tað.

  •   „Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða.“ – Sálmur 72:7.

  •   „Øll fólkasløg skulu tæna Honum.“ – Sálmur 72:11.

 Jesus er tann heilt rætti leiðarin, tí hann er góður við menniskju og vil gjarna hjálpa teimum, serliga teimum sum hava verið fyri órættvísi.

  •   „Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur. Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa. Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ – Sálmur 72:12-14.

 Fá meira at vita um Guds ríki, sum er ein stjórn í himli, har Jesus er kongur. Finn út av, hvussu tú kanst stuðla tí stjórnini, og hvussu tað kann gagna tær.