VER VAKIN!
Hví er so nógv hatur? Hvat sigur Bíblian?
Haturstala, hatursbrotsverk, etniskur harðskapur og kríggj gjøgnumsúrga tíðindini í dag.
„Stríðið millum Ísrael og Gaza og ávirkanin frá ekstremistum hava sett ferð á haturstaluna á sosialu miðlunum.“ – The New York Times, 15. november 2023.
„Síðani 7. oktober hevur heimurin sæð ein ógvisligan og ørkymlandi vøkstur, tá ið talan er um hatur, haturstalu og hatursbrotsverk.“ – Dennis Francis, framsøgumaður fyri ST-aðalráðið, 3. november 2023.
Hatur, harðskapur og kríggj er ikki nakað nýtt. Bíblian fortelur um fólk í forðum, sum bæði kríggjaðust, brúktu harðskap og sendu ’beisk orð við pílum sínum’. (Sálmur 64:4; 120:7; 140:2) Men sum Bíblian greiðir frá, hevur tað hatrið, sum vit síggja í heiminum í dag, ein heilt serligan týdning.
Hatur – eitt eyðkenni fyri okkara tíð
Bíblian nevnir tvær orsøkir til, at tað er so nógv hatur í dag.
1. Hon hevur boðað frá eini tíð, har „kærleikin [skuldi] kølna hjá hinum flestu“. (Matteus 24:12) Sum heild skuldu menniskju hava eginleikar, sum fingu tey at hata hvønn annan heldur enn at elska hvønn annan. – 2. Timoteusarbræv 3:1-5.
2. Tað ógvisliga hatrið, vit síggja í dag, er eitt úrslit av, at „allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda“, altso Satani Djevulinum. (1. Jóhannesarbræv 5:19, Nýggi Sáttmálin) Hann er óndur, fullur av hatri og hevur ógvuliga negativa ávirkan á menniskju. – Opinberingin 12:9, 12.
Men Bíblian vísir eisini, at Gud skjótt fer at beina fyri høvuðsorsøkunum til hatur. Haraftrat fer hann at grøða øll sár, sum hatur hevur elvt til. Bíblian lovar:
„Hann [Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“ – Opinberingin 21:4.