Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

sinceLF/E+ via Getty Images

VER VAKIN!

Hvør fer at verja tann vanliga borgaran? Hvat sigur Bíblian?

Hvør fer at verja tann vanliga borgaran? Hvat sigur Bíblian?

 Sameindu tjóðirnar eru komnar við hesum fráboðanunum:

  •   Frá 7. til 23. oktober 2023 kravdi stríðið millum Gaza og Ísrael meira enn 6.400 mannalív, og meira enn 15.200 blivu løstað. Tey flestu vóru vanligir borgarar. Haraftrat vóru fleiri hundrað túsund noydd at flýggja frá húsi og heimi.

  •   Kríggið millum Russland og Ukraina hevur rakt vanliga borgaran meint. Tann 24. september 2023 var talið á dripnum sivilum í Ukraina komið upp á 9.701, og talið á særdum var 17.748.

 Hvørja vón gevur Bíblian teimum, sum eru rakt av kríggi?

Vón er fyri framman

 Bíblian sigur, at Gud fer at gera „enda á kríggi um alla jørðina“. (Sálmur 46:10) Hann fer at seta sítt ríki, ella sína stjórn í himli, í staðin fyri allar mannastjórnir. (Dániel 2:44) Guds ríki fer at syrgja fyri, at øll menniskju fáa tað gott.

 Hoyr, hvat Jesus, sum er kongur í Guds ríki, fer at gera:

  •   „Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur. Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa. Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ – Sálmur 72:12-14.

 Guds ríki fer at beina fyri øllum tí ræðuliga, sum kríggj og harðskapur hava við sær.

  •   „Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“ – Opinberingin 21:4.

 Guds ríki fer skjótt at taka ræðið á jørðini. Bíblian hevur boðað frá, at vit skuldu „hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi“ á okkara døgum. (Matteus 24:6) Hetta og nógv annað vísir, at vit liva í tíðini, beint áðrenn Guds ríki tekur ræðið. – 2. Timoteusarbræv 3:1.