Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Hækkandi inflatión kring heimin – hvat sigur Bíblian?

Hækkandi inflatión kring heimin – hvat sigur Bíblian?

 Í eini rapport frá juni 2022 kom stjórin í Heimsbankanum við hesi ávaringini: „Heimsbúskapurin er aftur í vanda.“ Og hann legði aftrat: „Prísirnir á vørum og tænastum rúka upp, samstundis við at fólk hava færri pengar millum hendurnar.“

 „Olju- og matvøruprísirnir eru hækkaðir við fúkandi ferð, og tað er nakað, sum rakar tey fátækastu londini harðast,“ skrivar Altjóða gjaldoyragrunnurin.

 Bíblian hjálpir okkum at skilja, hví vit uppliva so stórar fíggjarligar trupulleikar, og hvussu vit kunnu takkla teir. Hon vísir eisini, at ein varandi loysn er upp á trupulleikarnar.

Prísirnir hækka á „síðstu døgum“

  •   Bíblian rópar tíðina, vit liva í, fyri teir ’síðstu dagarnar’. – 2. Timoteusarbræv 3:1.

  •   Jesus segði, at „ræðuligar sjónir“, ella hendingar, skuldu eyðkenna hesa tíðina. (Lukas 21:11) Hækkandi inflatiónin ger fólk óttafull. Nógv stúra fyri framtíðini og eru bangin fyri, at tey ikki klára at forsyrgja familjuni.

  •   Opinberingin í Bíbliuni sigur frá, at matvøruprísirnir skuldu hækka á síðstu døgum. Har stendur: „So hoyrdi eg eina rødd … rópa: ’Eitt kilo av hveiti fyri eina dagsløn, og trý kilo av byggi fyri eina dagsløn.’“ – Opinberingin 6:6, Nýggi Sáttmálin.

 Tú fært meira at vita um teir síðstu dagarnar og profetiina í Opinberingini, um tú hyggur at videonum Verden har ændret sig siden 1914 og lesur greinina „De fire ryttere – hvem er de?

Loysnin upp á allar fíggjarligar trupulleikar

  •   „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað.“ – Esaias 65:21, 22.

  •   „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ – Sálmur 72:16.

  •   „’Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!’ sigur HARRIN.“ – Sálmur 12:6.

 Gud fer skjótt at syrgja fyri, at skil kemur á órættvísu fíggjarstøðuna í øllum heiminum. Tú fært meira at vita, um tú lesur greinina „Er det muligt at få et retfærdigt økonomisk system?

 Men Bíblian kann longu nú hjálpa tær at klára hækkandi livikostnaðin. Hvussu tá? Hon vísir, hvussu tú kanst brúka pengar við skili. (Orðtøkini 23:4, 5; Prædikarin 7:12) Tú fært meira at vita, um tú lesur greinarnar „Vær fornuftig med din økonomi“ og „Hvordan man kan klare sig for mindre“.