ÁTAK Í SAMBANDI VIÐ MINNINGARHØGTÍÐINA
Jesus fer at gera enda á kriminaliteti
Jesus veit, hvat tað vil siga at blíva illa viðfarin orsakað av harðskapi og órættvísi. Tá ið hann var á jørðini, bleiv hann ákærdur fyri nakað, hann ikki hevði gjørt, hann bleiv sligin, fekk órættvísa rættargongd, fekk skeivan dóm og bleiv dripin upp á ein sera pínufullan máta. Sjálvt um hann ikki hevði uppiborið at doyggja, var hann villigur at ofra sítt lív „sum loysigjald fyri mong“. (Matteus 20:28; Jóhannes 15:13) Nú er hann kongur í Guds ríki, og hann fer skjótt at skapa rættvísi um alla jørðina og gera enda á kriminaliteti í allar ævir. – Esaias 42:3.
Bíblian fortelur, hvussu heimurin fer at síggja út, tá ið Jesus hevur gjørt tað:
„Hin gudleysi [er] ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur. Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ – Sálmur 37:10, 11.
Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jesus hevur gjørt og fer at gera fyri okkum? Í Lukas 22:19 síggja vit, at Jesus segði við lærisveinarnar, at teir skuldu minnast hansara deyða. Tað er orsøkin til, at Jehova vitni hvørt ár koma saman á ársdegnum fyri hansara deyða. Tú ert hjartaliga vælkomin at minnast deyða Jesusar saman við okkum sunnudagin 24. mars 2024.