Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

AspctStyle/stock.adobe.com

ÁTAK Í SAMBANDI VIÐ MINNINGARHØGTÍÐINA

Jesus fer at gera enda á kríggi

Jesus fer at gera enda á kríggi

 Tá ið Jesus var á jørðini, sást tað týðiliga, at hann var øgiliga góður við menniskju. Hann elskaði tey so nógv, at hann gav sítt lív fyri tey. (Matteus 20:28; Jóhannes 15:13) Skjótt fer hann aftur at vísa, hvussu góður hann er við menniskjuni. Sum kongur í Guds ríki fer hann at gera „enda á kríggi um alla jørðina“. – Sálmur 46:10.

 Hygg, hvat Bíblian sigur um tað, sum Jesus fer at gera:

  •   „Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur. Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa. Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ – Sálmur 72:12-14.

 Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jesus hevur gjørt og fer at gera fyri okkum? Í Lukas 22:19 síggja vit, at Jesus segði við lærisveinarnar, at teir skuldu minnast hansara deyða. Tað er orsøkin til, at Jehova vitni hvørt ár koma saman á ársdegnum fyri hansara deyða. Tú ert hjartaliga vælkomin at minnast deyða Jesusar saman við okkum sunnudagin 24. mars 2024.

Hvar verður minningarhøgtíðin?