Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ahmad Gharabli/AFP via Getty Images

VER VAKIN!

Klára heimsins leiðarar at semjast um at loysa veðurlagskreppuna? Hvat sigur Bíblian?

Klára heimsins leiðarar at semjast um at loysa veðurlagskreppuna? Hvat sigur Bíblian?

 Sunnudagin 20. november 2022 endaði veðurlagstoppfundurin hjá ST, COP27. Leiðararnir og serfrøðingarnir, sum vóru á toppfundinum, samdust um at játta pengar til fátæk lond fyri at hjálpa teimum at klára tær vanlukkurnar, sum hava við veðurlagsbroytingarnar at gera. Men nógv eru eisini samd um, at hetta ikki loysir tann grundleggjandi trupulleikan.

  •   „Eg eri glaður fyri, at vit hava samtykt at seta pengar av til at hjálpa teimum, sum líða undir veðurlagsbroytingum … Men vit vita, at tað ikki strekkir til … Jørðin er í vanda fyri at blíva so oyðiløgd, at hon ikki stendur til at bjarga.“ – António Guterres, ST-aðalskrivari, 19. november 2022.

  •   „Heimurin stendur á gáttini til eina veðurlagskreppu.“ – Mary Robinson, fyrrverandi forseti í Írlandi og fyrrverandi ST-kommiserur fyri mannarættindi, 20. november 2022.

 Nógv, serliga ung, stúra fyri framtíðini hjá jørðini. Men klára heimsins lond at samstarva og halda síni lyfti um at gera nakað við veðurlagsbroytingarnar? Hvat sigur Bíblian?

Klára heimsins leiðarar at standa saman um at loysa trupulleikan?

 Sjálvt um nógv gera eitt stórt arbeiði í hesum sambandi, vísir Bíblian, at heimsins leiðarar ikki verða førir fyri at koma fram til eina varandi loysn upp á veðurlagskreppuna. Hví ikki? Her eru tvær grundir:

  •   „Tað, ið bogið er, kann ikki beinast.“ – Prædikarin 1:15.

     Týdningur: Politiskar stjórnir hava sínar avmarkingar, tí tað var ikki meiningin, at menniskju skuldu ráða yvir hvørjum øðrum. (Jeremias 10:23) Um so heimsins leiðarar høvdu klárað at samstarvað, høvdu teir allíkavæl ikki klárað at loyst heimsins trupulleikar, líkamikið hvussu gjarna teir vildu.

  •   ’Menniskjuni skulu vera góð við seg sjálv, peningakær og óálítandi.’ – 2. Timoteusarbræv 3:2, 3.

     Týdningur: Bíblian hevur rætt, tá hon sigur, at nógv menniskju á okkara døgum skuldu hugsa mest um seg sjálvi og ikki vera villig at samstarva fyri at betra um viðurskiftini hjá øllum.

Ein glotti fyri framman

 Men framtíðin hjá jørðini er ikki treytað av lyftum frá politiskum leiðarum. Gud hevur valt ein leiðara, sum er førur fyri at stjórna heiminum, og tað er Jesus. Bíblian sigur um hann:

  •   „Á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.“ – Esaias 9:6.

 Jesus er kongur í Guds ríki, sum er ein stjórn í himli. (Matteus 6:10) Hann hevur bæði valdið, vísdómin og viljan til at syrgja fyri, at øll, sum búgva á jørðini, hava tað gott. (Sálmur 72:12, 16) Við honum sum leiðara fer Guds stjórn í himli at steðga teimum, sum „oyða jørðina“, og loysa allar umhvørvistrupulleikar. – Opinberingin 11:18; Esaias 35:1, 7.

 Tú fært meira at vita um, hvussu veðurlagstrupulleikarnir verða loystir, viss tú lesur greinina „Hvad siger Bibelen om klimaforandringer og vores fremtid?