Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

hadynyah/E+ via Getty Images

VER VAKIN!

Kríggj og veðurlagsbroytingar elva til heimsumfatandi matvørukreppu – hvat sigur Bíblian?

Kríggj og veðurlagsbroytingar elva til heimsumfatandi matvørukreppu – hvat sigur Bíblian?

 Kríggið í Ukraina og veðurlagsbroytingarnar blíva við at hava negativa ávirkan á matvøruveitingina í øllum heiminum. Tað er serliga galdandi í menningarlondum, har tað frammanundan er ringt hjá fólki at fáa nokk at eta.

  •   „Framleiðslan og atkomiligheitin av mati verður alla tíðina ávirkað av ósemjum, veðurlagsbroytingum, orkuprísum og øðrum.“ – António Guterres, ST-aðalskrivari, 17. juli 2023.

  •   „Av tí at Russland hevur tikið seg úr kornavtaluni, rokna serfrøðingar við, at heimsumfatandi matvørukreppan fer at versna, og at tað verður enn dýrari at keypa mat í fátækum londum, serliga í Norðurafrika og Miðeystri.“ – Atalayar.com, 23. juli 2023.

 Hvat sigur Bíblian um matvørukreppur og framtíðina?

Bíblian hevur sagt, at matvørukreppur skuldu koma

  •   Jesus profeteraði: ’Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur skal vera.’Matteus 24:7.

  •   Opinberingin í Bíbliuni fortelur um fýra ímyndarligar reiðmenn. Ein av reiðmonnunum umboðar kríggj. Aftan á hann kemur ein annar, sum umboðar hungursneyð, eina tíð tá ið matur skuldi vera avmarkaður og øgiliga dýrur. Í Opinberingini 6:5, 6 stendur: „Ein svartur hestur kom, og tann, sum á honum sat, hevði eina vekt í hondini. So hoyrdi eg eina rødd … rópa: ’Eitt kilo av hveiti fyri eina dagsløn, og trý kilo av byggi fyri eina dagsløn.’“ – Nýggi Sáttmálin.

 Hesar profetiirnar í Bíbliuni um matvørukreppur ganga út beint nú í eini tíð, sum Bíblian rópar teir ’síðstu dagarnar’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tú fært meira at vita um teir ’síðstu dagarnar’ og teir fýra reiðmenninar í Opinberingini, viss tú hyggur at videonum Heimurin er broyttur síðani 1914 og lesur greinina „De fire ryttere – hvem er de?

Bíblian kann hjálpa okkum

  •   Í Bíbliuni eru góð og praktisk ráð, sum kunnu hjálpa okkum at klára ymiskar avbjóðingar, sum til dømis hækkandi matvøruprísir ella matvørutrot. Nøkur dømi eru at síggja í greinini „Hvordan man kan klare sig for mindre“.

  •   Bíblian lovar eisini, at umstøðurnar fara at blíva betri. Hon sigur, at „korn skal vera í yvirflóð í landinum“, og at øll skulu fáa nokk at eta. (Sálmur 72:16) Tú fært meira at vita um hesa framtíðarvónina, og hví vit kunnu líta á hana, viss tú lesur greinina „Ein trygg framtíðarvón“.