Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

YURI LASHOV/AFP via Getty Images

VER VAKIN!

Kristin og kríggj – hvat sigur Bíblian?

Kristin og kríggj – hvat sigur Bíblian?

 Sum vit hava sæð í sambandi við stríðið í Ukraina, hava nógvir kristnir leiðarar eggjað fólki til at stuðla krígnum. Her eru tvey dømi um, at prestar frá báðum síðum vísa sín stuðul:

  •   „Stór tøkk og æra til allar okkara hermenn, sum forsvara heimlandið Ukraina móti fíggindanum … Vit fara altíð at stuðla tykkum av øllum hjarta og við okkara inniligu bønum.“ – Erkibiskupur Epifanius I av Kyiv, sitat úr The Jerusalem Post, 16. mars 2022.

  •   „Sunnudagin helt leiðarin í russisk-ortodoksu kirkjuni eina gudstænastu fyri russiskum hermonnum. Hann eggjaði teimum til at forsvara sítt land, ’sum bara russar duga’, meðan hernaðarliga átakið hjá Moskva heldur fram í Ukraina.“ – Reuters, 3. apríl 2022.

 Eiga kristin at fara í kríggj? Hvat sigur Bíblian?

Hvat sigur Bíblian?

 Bíblian vísir, at tey, sum veruliga fylgja Jesusi, ikki fara í kríggj.

  •   „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.“ – Matteus 26:52.

     Kann mann virkuliga siga, at ein, sum góðtekur kríggj ella tekur lut í kríggi, fylgir tí, sum Jesus segði?

  •   „Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ – Jóhannes 13:34, 35.

     Kann mann siga, at ein, sum stuðlar kríggi, vísir tann kærleikan, sum Jesus segði skuldi eyðkenna hansara lærisveinar?

 Í greinini „Er krig forenelig med kristendom?“ kanst tú lesa meira um hetta evnið.

Kristin og kríggj í dag

 Er tað rímiligt at vænta, at kristin í dag ikki skulu taka lut í kríggi? Ja. Í Bíbliuni stendur, at á „síðstu døgum“, altso í okkara tíð, skulu menniskju um allan heimin „ikki longur læra seg hernað“. Og tað samsvarar við tað, sum Jesus segði. – Esaias 2:2, 4.

 Skjótt fer Jehova, a „Gud friðarins“, at brúka sína stjórn í himli til at fría menniskju „frá órætti og yvirgangi“. – Filippibrævið 4:9; Sálmur 72:14.

a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.