Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Kríggið í Ukraina fær matvørutrotið í heiminum at versna

Kríggið í Ukraina fær matvørutrotið í heiminum at versna

 Tann 19. mai í 2022 fekk ST-trygdarráðið eini boð frá meira enn 75 høgtstandandi embætisfólkum. Tey gjørdu vart við, at „matvørutrotið í heiminum, sum longu er ávirkað av COVID-19 farsóttini og veðurlagsbroytingum, er versnað so nógv av krígnum í Ukraina, at vandi er fyri hungursneyð nógvastaðni“. Stutt aftaná stóð at lesa í blaðnum The Economist, at „enn fleiri fólk fara at ganga svong orsakað av krígnum“. Bíblian hevur sagt frá, at matvørutrot skuldi vera í okkara tíð. Men hon vísir eisini, hvussu vit kunnu klára okkum ígjøgnum tað.

Bíblian hevur boðað frá matvørutroti

  •   Jesus segði: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur … skal vera.“ – Matteus 24:7.

  •   Í Opinberingini í Bíbliuni lesa vit um fýra ímyndarligar reiðmenn. Ein av reiðmonnunum umboðar kríggj. Í hølunum á honum kemur ein annar reiðmaður, sum umboðar hungursneyð. Tað skuldi vera ringt at fáa fatur á mati hetta tíðarskeiðið, og prísirnir skuldu eisini vera órímiliga høgir. Í Opinberingini 6:5, 6 stendur: „Ein svartur hestur kom, og tann, sum á honum sat, hevði eina vekt í hondini. So hoyrdi eg eina rødd … rópa: ’Eitt kilo av hveiti fyri eina dagsløn, og trý kilo av byggi fyri eina dagsløn.’“ – Nýggi Sáttmálin.

 Hesar bíbliuprofetiirnar um matvørutrot ganga út í okkara tíð, sum Bíblian rópar teir ’síðstu dagarnar’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tú fært meira at vita um teir síðstu dagarnar og reiðmenninar í Opinberingini, um tú hyggur at videonum Verden har ændret sig siden 1914 og lesur greinina „De fire ryttere – hvem er de?

Hvørja hjálp gevur Bíblian?

  •   Í Bíbliuni eru praktisk ráð, sum kunnu hjálpa okkum at klára ringar umstøður, eitt nú matvørutrot og príshækkingar. Nøkur dømi eru at finna í greinini „Hvordan man kan klare sig for mindre“.

  •   Bíblian gevur okkum eisini vón um betri viðurskifti. Hon lovar, at ein tíð fer at koma, tá ið „korn skal vera í yvirflóð í landinum“, og øll fáa nokk at eta. (Sálmur 72:16) Fleiri upplýsingar um hesa framtíðarvónina, og hví tú kanst líta á hana, eru at finna í greinini „Ein trygg framtíðarvón“.