VER VAKIN!
Mentala heilsan hjá tannáringum versnar – hvat sigur Bíblian?
Mánadagin 13. februar 2023 kom amerikanska fólkaheilsuráðið (CDC) við einari fráboðan um mentalu heilsuna hjá tannáringum í USA. Har stóð millum annað, at næstan helvtin av øllum miðnámsskúlanæmingum upplivdu eina varandi kenslu av tunglyndi og mótloysi.
Kathleen Ethier, leiðari fyri deildina fyri barna- og ungdómsheilsu (DASH) hjá CDC, sigur: „Mentala heilsan hjá ungdóminum er sum heild nógv versnað tey síðstu 10 árini. Men hjá tannáringagentum hevur støðan ongantíð verið so ring sum nú. Vit fáa nógv fleiri fráboðanir um sjálvmorðstankar og sjálvmorðsroyndir frá tannáringagentum.“
Í fráboðanini stóð:
Meira enn 1 av 10 tannáringagentum (14 prosent) eru blivnar tvingaðar til sex, sjálvt um tær ikki vildu. „Hesi tølini eru ræðandi,“ sigur Kathleen Ethier. „Viss tú hugsar um 10 tannáringagentur, sum tú kennir, so er í minsta lagi ein av teimum blivin neyðtikin, og helst fleiri.“
Næstan 1 av 3 tannáringagentum (30 prosent) hevur av álvara umhugsað at taka sítt egna lív.
Næstan 3 av 5 tannáringagentum (57 prosent) upplivdu eina varandi kenslu av tunglyndi og mótloysi.
Hesi hagtølini eru syrgilig. Ungdómstíðin eigur at vera ein tíð við gleði og stuttleika. Hvat kann hjálpa tannáringum at klára alt tað, sum teir eru fyri í dag? Hvat sigur Bíblian?
Bíblian kann hjálpa tannáringum
Tað er áhugavert, hvussu Bíblian lýsir tíðina, vit liva í. Hon sigur, at vit liva í ’torførum tíðum’. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Men í Bíbliuni eru eisini tíðarleys ráð, sum hjálpa milliónatals tannáringum kring heimin at takkla avbjóðingar. Her er ymiskt tilfar við góðum ráðum úr Bíbliuni, sum kann hjálpa tær.
Góð ráð til tannáringar, sum hava sjálvmorðstankar
Góð ráð til tannáringar, sum stríðast við tunglyndi ella negativar tankar
Du kan blive glad igen (animatiónsvideo)
Góð ráð til tannáringar, sum verða happaðir
Vinn á einum happara uttan at berjast (animatiónsvideo)
Góð ráð til tannáringar um kynsliga happing og kynsligan ágang
Hvad bør jeg vide om seksuelle overgreb? – 1. del: Forholdsregler
Hvad bør jeg vide om seksuelle overgreb? – 2. del: Helingsprocessen
Bíblian kann hjálpa foreldrum
Í Bíbliuni eru eisini góð ráð til foreldur, sum tey kunnu brúka, tá ið tey skulu hjálpa tannáringum at takkla avbjóðingar. Her er ymiskt tilfar við góðum ráðum úr Bíbliuni, sum kann hjálpa tykkum.
Børn og sociale medier – 1. del: Skal mit barn have lov til at bruge sociale medier?
Børn og sociale medier– 2. del: Lær din teenager at bruge de sociale medier klogt
Børn og snildfonir – 1. partur: Skal eg lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon?
Børn og snildfonir – 2. partur: Lær børnini at brúka snildfonina við skili