Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Yan Zabolotnyi/stock.adobe.com

VER VAKIN!

Hví er so nógvur kriminalitetur? Hvat sigur Bíblian?

Hví er so nógvur kriminalitetur? Hvat sigur Bíblian?

 Ógvisligur bandakriminalitetur herjar í Haiti. Suðurafrika og Meksiko og onnur latínamerikansk lond eru hart rakt av harðskapsbrotsverkum. Sjálvt í londum, har harðskapurin er minkaður, eru fólk bangin og kenna seg ótrygg, tí tey hoyra um tjóvarí og innbrot í tíðindunum.

 Hvat sigur Bíblian um kriminalitetin, sum vit síggja í heiminum í dag?

Hvat hevur Bíblian spátt um kriminalitet?

 Bíblian hevur spátt, at lógloysi skuldi vera ein partur av tekninum fyri, at endin á hesi heimsskipanini er nær. (Matteus 24:3, New World Translation) Tá ið Jesus nevndi teir ymisku partarnar av tekninum, segði hann:

  •   „Av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu.“ – Matteus 24:12.

 Bíblian hevur eisini spátt, at fólk „á síðstu døgum“ skuldu vera „ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða“. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Hesir keðiligu eginleikarnir eru við til at skapa tann kriminalitetin, vit síggja í dag.

 Men alt er tó ikki vónleyst. Bíblian lovar, at skjótt fer einki lógloysi og eingin kriminalitetur at vera til longur.

  •   „Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur. Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ – Sálmur 37:10, 11.

 Kann Bíblian hjálpa tær at síggja ljóst upp á framtíðina? Og kunnu vit vera vís í, at tað, sum hendir í heiminum í dag, samsvarar við profetiirnar í Bíbliuni? Viss tú ert forvitin, kanst tú lesa hesar greinarnar:

 Ein trygg framtíðarvón

 Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?

 Har Bibelen forudsagt den måde mennesker tænker og er på i dag?