VER VAKIN!
Ógvisligar vatnflóðir – hvat sigur Bíblian?
Ógvisligar vatnflóðir ávirka fólk um allan heimin. Her eru nøkur dømi:
„Høvuðsstaðurin í Kina hevur seinastu dagarnar verið raktur av ringasta glopraregni í meira enn 140 ár. Millum leygardag og mikudag var avfallið 744,8 millimetrar.“ – AP News, 2. august 2023.
„Tropiska ódnin Khanun, sum annan dagin á rað herjaði í sunnara parti av Japan, hevði nógv regn og nógvan vind við sær. Í minsta lagi tvey fólk lótu lív. … Í fjallaríka meginøkinum í Taivan væntar mann upp í 600 millimetrar av avfalli.“ – Deutsche Welle, 3. august 2023.
„Orsøkin til vatnflóðina [í Nova Scotia] í vikuskiftinum er tað ógvisligasta glopraregnið, sum hevur verið á kanadisku altantsstrondini í 50 ár.“ – BBC News, 24. juli 2023.
Hvat sigur Bíblian um slíkar hendingar?
Tekin um ’teir síðstu dagarnar’
Sambært Bíbliuni liva vit í eini tíð, sum verður rópt ’síðstu dagar’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tá ið Jesus var á jørðini, segði hann, at „øgiligir tilburðir“ skuldu fara fram á okkara døgum. (Lukas 21:11, Dahl/Viderø) Veðurlagsbroytingarnar hava gjørt sítt til, at ógvisligt veður er blivið meira vanligt og verri at spáa um.
Orsøk til bjartskygni
Bíblian vísir, at alt tað ræðuliga, sum hendir á jørðini í dag, faktiskt kann geva okkum orsøk til bjartskygni. Hvussu tá? Jesus segði: ’Tá ið tit síggja hetta henda, skulu tit vita, at Guds ríki er nær.’ – Lukas 21:31; Matteus 24:3.
Tær ógvisligu hendingarnar, sum fara fram í dag, vísa, at Guds ríki skjótt fer at hava fult tamarhald á náttúrukreftunum, eisini vatnringrásini. – Job 36:27, 28; Sálmur 107:29.
Tú fært meira at vita um, hvussu Guds ríki fer at loysa umhvørvistrupulleikarnar á jørðini, viss tú lesur greinina „Hvem kan redde jorden?“