Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Óvanliga nógvur hiti um allan heimin – hvat sigur Bíblian?

Óvanliga nógvur hiti um allan heimin – hvat sigur Bíblian?

 Í juli 2022 bleiv boðað frá methøgum hita í øllum heiminum:

  •   „Fyri aðru ferð henda mánaðin ávara myndugleikarnir í Kina um ógvisligan hita í næstan 70 býum.“ – 25. juli 2022, CNN Wire Service.

  •   „Vegna ekstreman hita herja ræðuligir skógareldar í Evropa.“ – 17. juli 2022, The Guardian.

  •   „Sunnudagin var hitamet sett í fleiri býum í USA, tá ið ein hitabylgja rakti eysturstrondina og partar av suður- og miðvesturøkinum.“ – 24. juli 2022, The New York Times.

 Hvat vil alt hetta siga? Endar tað við, at tað ikki ber til at búgva á jørðini longur? Hvat sigur Bíblian?

Uppfylla hitabylgjur profetiir í Bíbliuni?

 Ja. Hitabylgjurnar, sum herja í øllum heiminum, samsvara við tað, sum Bíblian sigur skuldi eyðkenna okkara tíð. Jesus segði, at vit skuldu síggja „ræðuligar sjónir“, og at „øgiligir tilburðir“ skuldu fara fram. (Lukas 21:11, Dahl/Viderø) Nógv halda, at vaksandi hitin í heiminum er ræðandi, og tey eru bangin fyri, at tað endar við, at vit menniskju fara at oyðileggja jørðina.

Fer tað at blíva so, at tað ikki ber til at búgva á jørðini longur?

 Nei. Gud skapti jørðina, tí hann vildi, at menniskju skuldu búgva á henni í allar ævir. (Sálmur 115:16; Prædikarin 1:4) Hann fer ikki at loyva menniskjunum at oyðileggja hana. Tvørturímóti fer hann at „oyða tey, sum oyða jørðina“. – Opinberingin 11:18.

 Her eru tvær profetiir aftrat, sum vísa, hvat Gud lovar at gera:

  •   „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ (Esaias 35:1) Gud fer ikki at lata jørðina blíva til eina lívleysa oyðimørk. Nei, hann fer at bøta allan tann skaðan, sum er gjørdur.

  •   „Tú vitjaði jørðina og gavst henni yvirflóð, gjørdi hana ógvuliga ríka.“ (Sálmur 65:10) Gud fer at gera jørðina til eitt paradís.

 Viss tú vilt vita meira um, hvussu veðurlagsbroytingar uppfylla profetiir í Bíbliuni, kanst tú lesa greinina „Hvad siger Bibelen om klimaforandringer og vores fremtid?

 Viss tú vilt vita meira um, hvat Bíblian lovar um framtíðina hjá jørðini, kanst tú lesa greinina „Hvem kan redde jorden?