Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Pottabrot vátta, hvar ein av ættum Ísraels búsettist

Pottabrot vátta, hvar ein av ættum Ísraels búsettist

 Bíblian sigur, at tá ið ísraelsmenn løgdu lovaða landið undir seg og býttu tað millum ættirnar, fingu tíggju slektir í ættini hjá Manasse eitt landaøki vestan fyri Jordan, burtur frá restini av ættini. (Josva 17:1-6) Eru fornfrøðilig prógv um, at hetta var so?

 Í 1910 vórðu nøkur pottabrot við hebraiskum áskriftum grivin upp í Samaria. Teksturin á hesum pottabrotunum váttaði, at luksusvørur, eitt nú vín og vakurleikaoljur, vórðu fluttar til kongsborgina í høvuðsstaðnum. Til samans blivu 102 pottabrot funnin, sum kundu dagfestast til áttandu øld f.o.t., men bert 63 av teimum vóru væl lesandi. Á hesum 63 pottabrotunum standa dagfestingar, slektarnøvn og eisini nøvnini á teimum, sum sendu og fingu vørurnar.

 Tað er áhugavert, at allar slektirnar, sum verða nevndar á pottabrotunum úr Samaria, hoyra til ætt Manasse. Sambært NIV Archaeological Study Bible prógvar hetta, „at slektirnar úr ætt Manasse búðu í tí økinum, sum Bíblian sigur, at tær búsettu seg í“.

Henda áskriftin nevnir eina konu, sum æt Noah, sum var ættað frá Manasse

 Pottabrotini úr Samaria vátta eisini, at tað, sum bíbliuskrivarin Amos segði um tey ríku fólkini um tað mundið, er eftirfarandi. Hann segði: „Tit ... drekka vín úr skálum og salva tykkum við bestu olju.“ (Amos 6:1, 6) Pottabrotini úr Samaria vátta, at slíkar vørur vórðu fluttar inn í tann partin av landinum, sum tær tíggju slektirnar úr ætt Manasse búðu í.