Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Skúlaskjóting – hvat sigur Bíblian?

Skúlaskjóting – hvat sigur Bíblian?

 Tann 24. mai 2022 hendi nakað ræðuligt í tí lítla býnum Uvalde í Texas í USA. Í The New York Times stóð, at „ein vápnaður gerningsmaður drap 19 børn og tveir lærarar … á Robb Elementary School“.

 Slíkir sorgarleikir henda tíverri alt ov ofta. Í USA Today stóð at lesa, at bara í USA vóru 249 skottilburðir á skúlum í fjør, og tað er tað hægsta talið, sum er skrásett síðan 1970.

 Hví hendir so nógv ræðuligt í heiminum? Hvussu kunnu vit takkla slíkan óndskap? Og fer harðskapur nakrantíð at halda uppat? Tað svarar Bíblian faktiskt upp á.

Hví veksur harðskapurin í heiminum?

  •   Í Bíbliuni verður tann tíðin, vit liva í nú, rópt teir ’síðstu dagarnir’. Tá skuldu nógv vera „kærleiksleys“ og „harðrend“, og tað forklárar, hví fleiri og fleiri ónd og ógvislig brotsverk henda. Bíblian sigur enntá, at ónd menniskju skuldu „fara longri og longri“, altso blíva uppaftur óndari. (2. Timoteusarbræv 3:1-5, 13, Nýggi Sáttmálin.) Tú kanst lesa meira um tað í greinini „Har Bibelen forudsagt den måde mennesker tænker og er på i dag?

 Nógv undrast á, hví Gud einki ger við tað, tá ið nakað so ræðuligt sum skúlaskjóting hendir. Í greinini „Hvorfor rammes gode mennesker af ondt?“ kanst tú lesa, hvat Bíblian sigur um tað.

Hvussu kunnu vit takkla slíkan óndskap?

  •   „Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við … troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“ – Rómbrævið 15:4.

 Bíblian kann hjálpa tær at takkla tann óndskapin, sum fer fram rundan um okkum í dag. Fleiri góð ráð standa at lesa í blaðnum Vaknið! við heitinum „Bliver vi nogen sinde fri for vold?

 Nógv foreldur halda, at tað er ringt at vita, hvussu tey skulu hjálpa børnunum at takkla ræðandi tíðindi. Nøkur góð uppskot eru at finna í greinini „Hvussu hjálpir tú børnunum, um tey verða bangin av tíðindunum?

Fær harðskapur nakrantíð ein enda?

  •   „Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi [ella harðskapi].“ – Sálmur 72:14.

  •   „Svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur.“ – Mika 4:3.

 Gud fer at gera tað, sum menniskju ikki hava klárað. Hansara himmalska stjórn, altso Guds ríki, fer at oyðileggja øll vápn og gera enda á øllum óndskapi. Tú kanst lesa meira um, hvat hetta ríkið fer at gera í greinini „Guds rige indfører ’fred overalt’“.