Sleppa vit nakrantíð av við korruptión?
Korruptión millum politikarar og myndugleikapersónar er ein heimsumfatandi trupulleiki, sum hevur ræðuligar avleiðingar. a Undir COVID-19 farsóttini blivu myndugleikapersónar í fleiri londum til dømis ákærdir fyri at royna at ríka seg sjálvar upp við pengum, sum skuldu verið brúktir til at basa farsóttini. Tað gjørdi, at fólk ikki fingu ta læknahjálpina, tey høvdu brúk fyri, og av tí sama blivu tey øgiliga illa fyri, og nógv doyðu enntá.
Tá ið myndugleikapersónar eru korruptir, gongur tað út yvir nógv fólk. David Cameron, ein fyrrverandi forsætisráðharri í Bretlandi, segði tað soleiðis: „Korruptión er sum eitt stórt eiturkoppanet – og øll lond eru fangað í tí.“
Sjálvt um tað sær svart út nú, kunnu vit vera vís í, at vit skjótt sleppa av við alla korruptión. Hvussu tá? Hoyr, hvat Bíblian sigur, at Gud fer at gera.
Gud fer at steðga korruptión
Í Bíbliuni lesa vit, at Gud sigur: „Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt.“ (Esaias 61:8) Gud sær tað, tá ið fólk líða undir, at onnur eru korrupt, og hann lovar at hjálpa teimum, sum blíva kúgað. – Sálmur 12:6; Orðtøkini 14:31.
Hvat fer Gud at gera? Hann fer ikki at broyta tær stjórnirnar, sum eru í dag, nei, hann fer at seta sína egnu stjórn í staðin. Tað er ein stjórn, sum ræður úr himli, og sum Bíblian rópar „Guds ríki“. (Markus 1:14, 15; Matteus 6:10) Bíblian sigur: „Gud Himmalsins [skal] grunda ríki, sum … skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ (Dániel 2:44) Soleiðis fer Gud at steðga allari korruptión.
Ein stjórn uttan korruptión
Hvussu vita vit, at korruptión ikki verður ein trupulleiki, tá ið Guds ríki ræður?
1. Guds ríki fær sítt vald frá hinum alvalda Gudi. – Opinberingin 11:15.
Hvønn týdning hevur tað? Stjórnir her á jørðini fáa einki gjørt uttan pengar frá borgarunum, og tað elvir ofta til, at fólk mutra, stjala og svika. Men Guds ríki fær vald og stuðul frá hinum alvalda Gudi, og tí hevur tað ikki brúk fyri pengum frá borgarunum – tað fer altíð at kunna syrgja væl fyri øllum. – Sálmur 145:16.
2. Gud hevur sett Jesus sum kong í sínum ríki. – Dániel 7:13, 14.
Hvønn týdning hevur tað? Sjálvt teir bestu leiðararnir í heiminum eru ikki immunir yvir fyri negativari ávirkan. (Prædikarin 7:20) Men Jesus hevur hinvegin víst, at eingin kann mutra hann. (Matteus 4:8-11) Haraftrat elskar hann tey, sum hann ræður yvir, og hann vil teimum tað allarbesta. – Sálmur 72:12-14.
3. Lógirnar í Guds ríki eru fullkomnar og gagna øllum, sum fylgja teimum. – Sálmur 19:8, 9.
Hvønn týdning hevur tað? Lógirnar, sum menniskju gera, eru ofta knortlutar, ringar at fylgja ella ikki nóg væl handhevjaðar, og tað skapar grundarlag fyri korruptión. Men Guds lógir eru lættar at fylgja, og tað er til okkara egna besta at fylgja teimum. (Esaias 48:17, 18) Haraftrat handla Guds lógir ikki bara um gerðir, men eisini um motivini aftan fyri gerðirnar. (Matteus 22:37, 39) Gud skilur okkara innastu tankar og kenslur og syrgir fyri, at hansara lógir verða handhevjaðar upp á ein kerligan máta. – Jeremias 17:10.
Vónandi hevur tú hug at læra meira um tað, sum Bíblian sigur um eina framtíð uttan korruptión.
Í greinini „Guds rige – en regering uden korruption“ finnur tú tríggjar orsøkir aftrat til, at korruptión ongantíð fer at ávirka Guds ríki.
Hygg at videonum Hvat er Guds ríki? og fá meira at vita um, hvat Guds ríki fer at gera fyri okkum menniskju.
Royn okkara ókeypis bíbliuskeið. So finnur tú út av, hvussu lyftini í Bíbliuni kunnu gagna tær.
a Orðið „korruptión“ kann merkja, at ein myndugleikapersónur misbrúkar sítt vald til egnan fyrimun.