Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Thai Liang Lim/E+ via Getty Images

VER VAKIN!

Eru sosialu miðlarnir skaðiligir fyri títt barn? Bíblian kann hjálpa foreldrum

Eru sosialu miðlarnir skaðiligir fyri títt barn? Bíblian kann hjálpa foreldrum

 „Sálarheilsan hjá ungum er alarmerandi, og sosialu miðlarnir eiga ein stóran part av skyldini.“ – Vivek Murthy, heilsustjóri í USA, New York Times, 17. juni 2024.

 Hvussu kunnu foreldur verja síni børn fyri vandunum við sosialu miðlunum? Í Bíbliuni eru góð og praktisk ráð.

Hvat kunnu foreldur gera?

 Hugsa um hesar bíbilsku meginreglurnar:

 „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – Orðtøkini 14:15.

 Ávísir vandar eru við sosialu miðlunum, og tí skulu tit sum foreldur ikki føla tykkum noydd at lata børnini sleppa at brúka teir. Áðrenn tit loyva teimum at brúka sosialar miðlar, mugu tit tryggja tykkum, at tey duga at halda tíðaravmarkingar, at fáa sær góðar vinir og at halda seg frá óhóskandi innihaldi.

 „Brúkið tíðina við skili.“ – Efesusbrævið 5:16, New World Translation.

 Viss tit lova børnunum at brúka sosialar miðlar, mugu tit áseta reglur um, hvussu tey sleppa at brúka teir. Tit mugu eisini forklára børnunum, hvussu hesar reglurnar verja tey. Verið vakin fyri, um børnini broyta atburð. Tað kann vera eitt tekin um, at tað er neyðugt at minka um tíðina, tey sleppa at vera á sosialu miðlunum.

Fá meira at vita

 Sambært Bíbliuni skuldu „torførar tíðir“ vera á okkara døgum. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Men Bíblian gevur okkum eisini góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at klára hesar tíðirnar. Í hesi greinini um sálarheilsuna hjá tannáringum er ein listi við meira enn 20 greinum og videoum, sum eru grundað á Bíbliuna, og sum bæði foreldur og børn kunnu fáa nyttu av.