Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

mustafahacalaki/DigitalVision Vectors via Getty Images

VER VAKIN!

Vitlíki – gott ella ringt? Hvat sigur Bíblian?

Vitlíki – gott ella ringt? Hvat sigur Bíblian?

 Seinastu tíðina hava heimsleiðarar, vísindafólk og tøkniserfrøðingar tosað nógv um vitlíki (AI). Sjálvt um tey nevna fyrimunirnar við hesari tøknini, stúra nógv av teimum eisini fyri, hvussu hon kann blíva misnýtt.

  •   „Vitlíki er ein tann kraftmiklasta tøknin, vit hava í dag. Roknað verður við, at hon við tíðini kann forbetra lívið hjá fólki … Samstundis er vandi fyri, at vitlíki kann avmarka tryggleikan í samfelagnum, gera seg inn á mannarættindi og privatlív og gera, at fólk missa álitið á myndugleikarnar og demokratiið.“ – Kamala Harris, varaforseti í USA, 4. mai 2023.

  •   „Sjálvt um vitlíki kanska kann betra um heilsurøkt á summum økjum, er eisini vandi fyri, at tað kann skaða fysisku og sálarligu heilsuna hjá fólki,“ skrivaði ein altjóða bólkur av læknum og serfrøðingum innan heilsurøkt, sum læknin Frederik Federspiel stóð á odda fyri, í eini grein í BMJ Global Health tann 9. mai 2023. a

  •   „Vitlíki verður longu nú brúkt til at spjaða falskar upplýsingar. Skjótt er vandi fyri, at fólk verða arbeiðsleys. Og tey, sum stúra mest, eru bangin fyri, at vitlíki við tíðini kann blíva ein hóttan móti mannaættini.“ – The New York Times, 1. mai 2023.

 Tíðin fer at vísa, um vitlíki er gott ella ringt. Sigur Bíblian nakað um tað?

Tað, sum menniskju framleiða, skapar ótryggleika

 Bíblian vísir, hví menniskju ikki kunnu tryggja sær, at teirra tøkniligu frambrot bara hava nakað gott við sær.

  1.  1. Sjálvt um fólk hava góðar intentiónir, duga tey ikki altíð at meta um, hvørjar avleiðingar teirra gerðir kunnu fáa.

    •   „Mangur vegur tykist manni beinur – og so er endi hansara kortini leiðir deyðans!“ – Orðtøkini 14:12.

  2.  2. Mann kann ikki stýra, hvussu onnur fara at brúka tað, sum mann framleiðir.

    •   „Eg noyðist at lata [mítt stríð] eftir til tann, ið aftan á meg kemur. Og hvør veit, um hann verður vísur ella dári! Og kortini skal hann ráða yvir øllum, sum eg havi vunnið við strevi mínum og vísdómi mínum undir sólini!“ – Prædikarin 2:18, 19.

 Hesin ótryggleikin vísir, hví vit hava brúk fyri hjálp frá okkara skapara.

Hvønn kunnu vit líta á?

 Hann, sum hevur skapt okkum, fer ongantíð at loyva, at menniskju ella nøkur tøkni sleppur at oyðileggja jørðina ella beina fyri mannaættini.

  •   „Jørðin stendur í allar ævir.“ – Prædikarin 1:4.

  •   „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29.

 Skaparin hevur givið okkum Bíbliuna, sum vísir okkum, hvussu vit kunnu fáa eina góða og trygga framtíð. Tú fært meira at vita um, hvat Bíblian sigur, viss tú lesur greinarnar „Hvad kan hjælpe dig til at få en god fremtid?“ og „Ein trygg framtíðarvón“.

a Úr greinini „Threats by Artificial Intelligence to Human Health and Human Existence“, sum Frederik Federspiel, Ruth Mitchell, Asha Asokan, Carlos Umana og David McCoy hava skrivað.