Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Flóttafólkakreppa – milliónir flýggja úr Ukraina

Flóttafólkakreppa – milliónir flýggja úr Ukraina

 Tann 24. februar 2022 gjørdi Russland innrás í Ukraina. Tað hevur havt eina álvarsliga humanitera kreppu við sær, tí milliónatals fólk eru flýdd undan stríðnum. a

 „Bumbur brustu og spreingingar vóru. Tað er ringt at seta orð á, hvussu ræðandi tað var. Tá ið vit hoyrdu, at tað bar til at rýma við toki, gjørdu vit av at fara. Vit sluppu bara at hava ein lítlan ryggsekk við í part, og tað er ringt at pakka alt sítt lív niður í ein sovorðnan sekk. So tað einasta, vit fingu við okkum, vóru týðandi skjøl, heilivágur, vatn og okkurt lítið at eta. Alt annað mátti bara verða verandi. Vit skundaðu okkum yvir á tokstøðina, meðan bumburnar brustu rundan um okkum.“ – Nataliia úr Kharkiv í Ukraina.

 „Líka til tað síðsta trúðu vit ikki, at kríggj fór at bresta á. Eg hoyrdi spreingingar frá øðrum pørtum av býnum, og vindeyguni ristust. Eg gjørdi av at taka tað allarmest neyðuga við mær og rýma. Klokkan átta um morgunin fór eg heimanífrá og fór við toki til Lviv og so við bussi til Póllands.“ – Nadija úr Kharkiv í Ukraina.

Í hesi greinini:

 Hvørjar eru veruligu orsakirnar til flóttafólkakreppuna?

 Flóttafólkakreppan í Ukraina byrjaði aftan á russisku innrásina. Men Bíblian vísir, at nakað enn djypri býr undir øllum flóttafólkakreppum:

  •   Mannastjórnir hava ikki verið førar fyri at geva menniskjunum tað, sum tey hava brúk fyri. Tey, sum hava vald, útnytta ofta sín myndugleika og kúga onnur. – Prædikarin 4:1; 8:9.

  •   Satan Djevulin, ið verður umrøddur sum „høvdingi heimsins“, hevur so stóra ávirkan á mannaættina, at Bíblian sigur: „Allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda.“ – Jóhannes 14:30; 1. Jóhannesarbræv 5:19, Nýggi Sáttmálin.

  •   Mannaættin hevur havt nógvar ymiskar trupulleikar at stríðast við upp gjøgnum søguna, men beint nú liva vit í eini serliga torførari tíð, sum Bíblian hevur profeterað um: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.“ (2. Timoteusarbræv 3:1) Hetta tíðarskeiðið skuldi vera eyðkent av kríggi, náttúruvanlukkum, hungursneyð og farsóttum – alt nakað, sum fær fólk at flýggja. – Lukas 21:10, 11.

 Hvat kann geva flóttafólkum vón?

 Bíblian vísir, at skaparin, Jehova, b er ein Gud, sum er sera góður við og hugsar nógv um flóttafólk og onnur, sum noyðast at fara frá húsi og heimi. (5. Mósebók 10:18) Hann lovar at loysa flóttafólkatrupulleikar med alla og at seta sítt ríki, Guds ríki, at ráða í staðin fyri allar mannastjórnir. Tá fer ein heimsstjórn at ráða yvir jørðini úr himli. (Dániel 2:44; Matteus 6:10) Jehova fer eisini at beina fyri Satani. (Rómbrævið 16:20) Tá ið Guds ríki ræður yvir allari jørðini, vera eingi landamørk, sum fara at elva til stríð. Øll mannaættin fer at vera ein stór og sameind familja. Eingin noyðist nakrantíð at flýggja frá húsi og heimi aftur, tí Bíblian lovar: „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey – tí muður HARRANS Guds herskaranna hevur talað.“ – Mika 4:4.

 Tað er bara Guds ríki, sum hevur eina varandi loysn upp á flóttafólkakreppurnar, vit síggja í dag. Jehova fer at loysa allar trupulleikar, sum tvinga fólk at flýggja. Her eru nøkur dømi:

  •   Kríggj. Jehova „ger enda á kríggi um alla jørðina“. (Sálmur 46:10) Í greinini „Hvussu fæst friður á jørð?“ fært tú at vita, hvussu hann ger tað.

  •   Harðskapur og kúgan. „Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ (Sálmur 72:14) Í greinarøðini „Had kan overvindes“ kanst tú lesa meira um, hvussu menniskju kunnu broyta seg til tað betra.

  •   Fátækradømi. „Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur.“ (Sálmur 72:12) Greinin „Er det muligt at få et retfærdigt økonomisk system?“ vísir, hvussu Jehova fer at beina fyri høvuðsorsøkini til fátækradømi.

  •   Hungursneyð. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum.“ (Sálmur 72:16) Í greinini „En verden uden sult?“ kanst tú lesa meira um, hvussu Gud fer at syrgja fyri, at eingin fer at svølta longur.

 Kann Bíblian hjálpa flóttafólkum í dag?

 Ja. Sum vit hava sæð, kann Bíblian geva flóttafólkum eina trygga framtíðarvón, men hon kann eisini hjálpa teimum við trupulleikunum, sum tey hava nú.

 Meginregla í Bíbliuni: „Hin fávitskuti [ella naivi] trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – Orðtøkini 14:15.

 Týdningur: Hugsa um, hvørjar vandamiklar støður kunnu taka seg upp, og hvat tú kanst gera fyri at verja teg sjálvan. Ver á varðhaldi fyri brotsmonnum, ið royna at útnytta ringu og ókendu støðuna, sum flóttafólk eru í.

 Meginregla í Bíbliuni: „Táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.“ – 1. Timoteusarbræv 6:8.

 Týdningur: Ansa eftir ikki at hugsa for nógv um tað materiella. Tá ið tú ert nøgdur við tað mest neyðuga, verður tú glaðari.

 Meginregla í Bíbliuni: „Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ – Matteus 7:12.

 Týdningur: Ver tolin og blíður, tí so verður tað lættari hjá øðrum at virða teg og taka væl ímóti tær.

 Meginregla í Bíbliuni: „Lønið ongum ilt fyri ilt!“ – Rómbrævið 12:17.

 Týdningur: Lat teg ikki stýra av kenslum, so tú hevnir teg, tá ið onkur fer illa við tær. Tað ger bara støðuna verri.

 Meginregla í Bíbliuni: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ – Filippibrævið 4:13.

 Týdningur: Raðfest títt samband við Gud og bið til hansara. Hann kann hjálpa tær at halda út.

 Meginregla í Bíbliuni: „Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.“ – Filippibrævið 4:6, 7.

 Týdningur: Bið Gud geva tær frið í sinnið, uttan mun til hvørja støðu tú kemur í. Les greinina „Filipperne 4:6, 7 – ’I skal ikke være bekymret for noget’“.

a Dagin eftir innrásina segði flóttafólkastovnurin hjá ST (UNHCR), at henda støðan er á hægsta kreppustøði. Bara upp á 12 dagar eru meira enn tvær milliónir fólk flýdd til grannalond, og umleið ein millión er flýdd til minni vandamikil øki í Ukraina.

b Jehova er navnið hjá Gudi. (Sálmur 83:19) Sí greinina „Hvør er Jehova?