Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

fcafotodigital/E+ via Getty Images

Veganskur lívsstílur – hvat sigur Bíblian?

Veganskur lívsstílur – hvat sigur Bíblian?

 Áhugin fyri veganska lívsstílinum er stórur kring heimin.

  •   „Veganisma er ein hugsanarháttur og lívsstílur, sum gongur út upp á, at mann so vítt sum yvirhøvur møguligt heldur seg frá mati, klæðum og øðrum, sum hevur nakað við djór ella djórapínslu at gera.“ – The Vegan Society.

 Umframt at hugsa um djórini velja nøkur eisini at blíva veganarar, tí tey hugsa um umhvørvið og heilsuna, ella av átrúnaðarligum orsøkum.

  •   „Í mun til flestallar aðrar kostvanar verður veganisma ofta mett sum ein lívsfilosofi, ein moralsk avgerð ella ein máti hjá einstaklingum at vera við til at broyta heimin til tað betra.“ – Britannica Academic.

 Kann veganski lívsstílurin geva jørðini eina betri framtíð? Hvat sigur Bíblian?

Hvussu metir Gud menniskju og djór?

 Bíblian vísir, at okkara skapari, Jehova Gud, a metir menniskju hægri enn djór, og hann hevur givið menniskjunum myndugleika yvir djórunum. (1. Mósebók 1:27, 28) Við tíðini gav Gud menniskjum loyvi at eta djór. (1. Mósebók 9:3) Men hann góðtekur ikki djórapínslu. – Orðtøkini 12:10.

 Sambært Bíbliuni er tað ein persónlig avgerð, um mann vil eta kjøt ella ikki. b Tað er ikki tað, vit eta, sum ger okkum til betri menniskju í Guds eygum. (1. Korintbræv 8:8) Eingin eigur at kritisera onnur fyri tað, tey velja at eta ella ikki eta. – Rómbrævið 14:3.

Leiðin til eina betri framtíð

 Bíblian vísir, at tann mátin, vit velja at liva okkara lív, ikki fer at loysa heimsins trupulleikar. Grundleggjandi orsøkin til nógvar av trupulleikunum er at finna í teimum politisku, sosialu og fíggjarligu skipanunum í heiminum, sum eingin fær gjørt nakað við. Bíblian sigur:

 Men skaparin fer at loysa trupulleikarnar í heiminum. Bíblian brúkar myndamál til at lýsa, hvat hann fer at gera.

  •   „Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.“ – Opinberingin 21:1.

 Gud fer at syrgja fyri, at hansara stjórn í himli, altso ein ’nýggjur himmal’, kemur í staðin fyri allar mannastjórnir, ella tann ’fyrra himmalin’. Guds ríki fer at beina fyri ’hini fyrru jørðini’, tað vil siga óndum menniskjum, og ráða yvir ’nýggju jørðini’, altso teimum, sum vilja gera tað góða.

 Ikki fyrr enn Guds ríki ræður, læra menniskju at liva friðarliga saman við djórunum og virða náttúruna. – Esaias 11:6-9.

a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.

b Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum frá blóði. (Ápostlasøgan 15:28, 29) Tað vil siga, at vit ikki skulu drekka blóð ella eta kjøt, um blóðið ikki er runnið av. Og vit skulu heldur ikki eta mat við tilsettum blóði.