Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vinir hjálpa upp á einsemi – góð ráð úr Bíbliuni

Vinir hjálpa upp á einsemi – góð ráð úr Bíbliuni

 Í 2023 bleiv tað greitt, at einsemi er ein heimsumfatandi heilsutrupulleiki. Ber tað til at gera nakað við tað?

  •   „Einsemi og avbyrging er ein tann størsta hóttanin móti okkara heilsu og trivnaði,“ sigur Vivek Murthy, heilsustjóri í USA. Men hann leggur aftrat: „Vit kunnu gera nakað við tað.“ Hvussu tá? „Vit kunnu byrja í smáum og hvønn dag royna at gera nakað fyri at styrkja okkara relatiónir.“ a

 Einsemi kemur ikki bara av avbyrging. Fleiri kunnu føla seg einsamøll, sjálvt um tey hava nógv fólk rundan um seg. Men líkamikið hvat orsøkin til einsemi er, kann Bíblian hjálpa okkum. Í henni eru nógv góð ráð um, hvussu vit kunnu styrkja okkara vinaløg, so vit ikki føla okkum so einsamøll.

Meginreglur í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa

 Lær teg at samskifta betur. Tað merkir ikki bara, at tú skalt tosa um, hvussu tú sjálvur hevur tað, men eisini, at tú lurtar væl eftir, tá ið onnur siga nakað. Tá ið tú vísir, at tú leggur í, hvussu onnur hava tað, fáa tit eina betri og tættari relatión.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Havið somu umsorgan fyri øðrum sum fyri tykkum sjálvum.“ – Filippibrævið 2:4, Nýggi Sáttmálin.

 Royn at fáa fleiri vinir. Tað er gott at vera opin fyri at blíva vinur við fólk, sum eru yngri ella eldri enn tú, ella sum hava eina aðra bakgrund ella ein annan tjóðskap enn tú.

 Tú fært meira at vita um, hvussu tú kanst fáa góðar vinir, viss tú lesur greinina „Hvordan vi kan dække vores behov for venskaber“.

a Our Epidemic of Loneliness and Isolation: The U.S. Surgeon General’s Advisory on the Healing Effects of Social Connection and Community, 2023.