Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 91

Faðir mín, Gud mín og Vinur mín

Faðir mín, Gud mín og Vinur mín

(Hebrearabrævið 6:10)

1. Tíðin er torfør í dag.

Lívið, mær hóvar, kann tykjast fjart.

Tó hvønn ein dag sigi eg:

’Mítt lív er dýrabart.’

(NIÐURLAG)

Tí Gud man ikki gloyma,

hann veit til fulnar, eg elski hann.

Og altíð er hann hjá mær,

hjá Jehova eg skýli fann.

Mín stóri Gud, mín Faðir,

hann helt mær uppi við verndarhond.

Ja, Jehova hevur við meg

knýtt vinabond.

2. Unglingaár svunnu skjótt,

byrðan av elli kann kennast tung.

Vónin í mær er tó sterk,

og enn er trúgvin ung.

(NIÐURLAG)

Tí Gud man ikki gloyma,

hann veit til fulnar, eg elski hann.

Og altíð er hann hjá mær,

hjá Jehova eg skýli fann.

Mín stóri Gud, mín Faðir,

hann helt mær uppi við verndarhond.

Ja, Jehova hevur við meg

knýtt vinabond.

(Sí eisini Sl. 71:17, 18.)