Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 17

Framá, tit vitni!

Framá, tit vitni!

(Lukas 16:16)

1. Avgjørt eitt herlið, ið møtir fíggindum,

er Guds fólk á varðhaldi nú mót endanum.

Tá Satan seg reisir í øði,

hava vit hjá Jehova tryggjað støði.

(NIÐURLAG)

Ja framá, tit vitni Guds, hugagóð og sterk!

Vit boða við gleði og fremja Harrans verk,

so øll fáa svar, frætta, Paradís er nær,

har ið alt verður fullkomin gleði.

2. Slaka vit av, ljóðar varskó: ’Hygg nú har,

øll verðin kann tykjast alt gott at bjóða tær!’

Men vit skulu árvakin minnast,

bert við sakloysi bardagin kann vinnast.

(NIÐURLAG)

Ja framá, tit vitni Guds, hugagóð og sterk!

Vit boða við gleði og fremja Harrans verk,

so øll fáa svar, frætta, Paradís er nær,

har ið alt verður fullkomin gleði.

3. Ríkið og vónina verðin hevur gloymt,

Guds heilaga navn verður lítilsvirt og goymt,

men vit skulu fólkunum vísa,

tað skal dýrmett í heilagleika lýsa.

(NIÐURLAG)

Ja framá, tit vitni Guds, hugagóð og sterk!

Vit boða við gleði og fremja Harrans verk,

so øll fáa svar, frætta, Paradís er nær,

har ið alt verður fullkomin gleði.