Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 97

Fram, tit boðarar Ríkisins!

Fram, tit boðarar Ríkisins!

(2 Timoteus 4:5)

1. Halt á, boða íðin um Ríkið,

lat frættast í víðu verð,

at kærleiki ræður í hjarta,

sum boð frá Jehova ber.

Lær eyðmjúk at velja sær lívið

og virka Guds navni til prís,

tá virðir tú tænastu tína,

og lovaða lønin er vís.

(NIÐURLAG)

Fram, fram, tit, ið bera boð um Ríkið

bæði fjart og nær.

Fram, fram, gangið trúlynt við Jehova,

vón hann okkum bar.

2. Halt á, minn teg altíð á lyftið

um lívið í Paradís.

Hav Meistarans boðskap í huga,

hans orð eru sonn og vís.

Ber menniskjum boð um Guds ríki,

leið eymliga áhugað við.

Jehova skal geva tær styrki,

og sinnið fær hvílu og frið.

(NIÐURLAG)

Fram, fram, tit, ið bera boð um Ríkið

bæði fjart og nær.

Fram, fram, gangið trúlynt við Jehova,

vón hann okkum bar.

3. Sum felagar halda vit framá

til alljósan, kláran dag.

So dámligt at ung fólk og gomul

øll stríðast á sama stað.

Tær givið er arbeiði heilagt,

tí sannleikin skal berast út.

Ein fullfíggjað tænasta gleðir

og ærir Jehova, tín Gud.

(NIÐURLAG)

Fram, fram, tit, ið bera boð um Ríkið

bæði fjart og nær.

Fram, fram, gangið trúlynt við Jehova,

vón hann okkum bar.